Gwenaël og Sigmund sermerkta framsýning í Gallarí Havnará

Túsundáraritið - Fernisering & útgávutiltak

 

Týsdagin 24. mai klokkan 17:00 verður fernisering og útgávutiltak í Gallarí Havnará.

Túsundáraritið er eitt listablað í 200 hondnummereraðum eintøkum. Blaðið er í høvuðsheitum sett saman av myndum og yrkingum. Eisini eru smærri løtusamrøður við teimum annars »gloymdu« í samfelagnum; undirgrundarvirksemi, har vit leita eftir vakurleika í óruddinum, skrivar gallaríið í tíðindaskrivi:

Til framsýningina vilja vit vísa tilgongdina, vit hava brúkt at framleiða blaðið. Alt tilfarið varð gjørt í hond, áðrenn tað bleiv sent til prentingar. Tí verða upprunamyndirnar framsýndar á útgávutiltakinum.

Harumframt verður eitt úrval av servaldum myndum úr blaðnum prentað serliga til framsýningina.

Um Gwenaël og Sigmund

Gwenaël Akira Helmsdal Carré er myndlistafólk, ið mest fæst við fotografi. Hann hevur áður sýnt fram bæði á Vár- og Ólavsøkuframsýningini hjá Listasavni Føroya. Hann hevur avmyndað og filmað fyri bæði Eivør, Brimheim, Guðrið Hansdóttir og mong úr føroyska tónleikaheiminum.

Eisini starvast Gwenaël sum barrkonsulentur fyri Hilton Garden Inn.

Sigmund V. P. Zachariassen er tónleikari, yrkjari og til tíðir fotografur. Hann spælir við í Joe & The Shitboys og Kóboykex. Tó gevur Sigmund eisini út tónleik undir egnum navni. Hann hevur spælt konsertir í Stóra Bretlandi, Niðurlondum, Danmark, Íslandi og Føroyum.

Eisini lesur Sigmund bachelor í listarligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya