Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Undan dagsins heimadysti í Lollands Bank Arena høvdu Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnið 10 dystir á rað.
Men frammanfyri 1.150 áskoðarum máttu suðuroyggjamenn í dag lúta fyri Midtjyllandi, ið vann dystin 30-24. Útiliðið var á odda 16-11 í steðginum.
Team Sydhavsøerne er nummar seks í deildini við 29 stigum. Midtjylland er fremst við 35 stigum. Teir hava eitt stig meira enn Rói Berg Hansen, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ, ið eru næstfremst við 34 stigum.
Pauli skoraði trý mál í dagsins dysti.
Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken taptu á heimavølli 28-35 fyri Rækker Mølle í Vejlby-Risskov høllini í Aarhus. Í steðginum var Rækker Mølle á odda 13-10.
Skovbakken er triðaftast í deildini við 10 stigum. Trý stig eru upp til Odense, ið er á fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í deildini komandi kappingarár. Skovbakken hevur fýra dystir eftir at røkka fjórðaftasta plássinum. Sleppur Skovbakken ikki av triðaftasta plássinum flyta teir niður í triðbestu deildina.
Niklas skoraði tvey mál fyri Skovbakken í dag.