Gylti nevndarformaðurin

Tryggingarfelagið Føroyar brúkar 5,1 milliónir krónur til nevndarsamsýningar. Størsti bitin fer til Gunnar í Liða, sum fær eina stjóraløn fyri at sita í nevnd

Jón Brian Hvidtfeldt

Hóast tað á nýggjárinum vóru tvey ár síðani Gunnar í Liða fór úr stjórastarvinum hjá TF Samtakinum, so er hann hvørki gloymdur ella svangur.
Gunnar í Liða tók sum kunnugt við sum nevndarformaður fyri TF Holding , tá hann reisti seg úr stjórastólinum fyri at geva pláss fyri Regini Hammer.
Tá fekk Gunnar í Liða 3,3 milliónir krónur við sær, svarandi til løn í 24 mánaðir.
- Hetta er ikki óvanlig mannagongd í samband við líknandi størv, segði TF Holding í almennari fráboðan, tá gylta lógvatakið kom undan kavi.
TF Holding argumenteraði í tí sambandi við, at hesar 24 mánaðirnar var fráfarni stjórin í sáttmála bundin at kappingarklausuli mótvegis TF Holding. Øll upphæddin, 3,3 milliónir krónur, varð bókført í roknskapinum fyri 2010.
Við stjóraskiftinum flutti Gunnar í Liða seg eitt stig uppeftir, upp á ovastu rók í TF Holding samtakinum.
- Tað er øðrvísi. Eg eri farin frá tí operationella til tað meira strategiska. Her setir tú jú kótina og arbeiðir við yvirskipaða forrætningsprofilinum. Og ja, tað er spennandi, sigur Gunnar í Liða.
Sambært nevndarformanninum brúkar TF Holding nógva orku til váðastýring.
- Vit skulu alla tíðina identifisera váðarnar. Samtakið er somikið stórt, at tað má og skal ikki kunna ganga galið, sigur Gunnar í Liða um nevndaruppgávuna.

Nevndirnar
TF Holding er við árunum blivið eitt stórt samtak, fíggjarstøðan javnvigar við umleið 10 milliardum krónum og eginognin er umleið 2,5 milliardir. Roknskapurin, ið varð almannakunngjørdur í farnu viku, vísti 333 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt. Nýggjasta greinin á bulinum er Eik Banki, sum samtakið eigur 70 prosent av. Við keypinum av Eik Banka í februar 2011 øktist starvsfólkatalið munandi, og um ársskiftið starvaðust umleið 350 fólk í samtakinum.
Samstundis eru útreiðslurnar til nevndarsamsýningar øktar, úr 3,4 milliónum krónum í 2011 upp í 5,1 milliónir í 2012.
Sterki persónurin í nevndaryvirlitinum hjá TF-Samtakinum er Gunnar í Liða. Hann er nevndarformaður í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyar, umframt næstformaður í Eik Banka. Afturfyri fær hann 884.000 krónur í nevndarsamsýning.
- Fyri meg hevur tað týdning, at tað eru onnur, ið meta um, hvør samsýningin skal vera, sigur Gunnar í Liða.
Hann peikar á tilráðingarbólkin, ið ger uppskot fyri aðalfundin um samsýningar. Og síðani er tað aðalfundurin, ið ásetir nevndarsamsýningina.
- Eg haldi ikki, at tað hevur so stóran týdning, hvat eg sjálvur haldi um samsýningina, svarar hann, beinleiðis spurdur eftir sínari meining.

Hjáfeløgini
Í samtakinum eru, sum samtaksbygnaðurin her á síðuni vísir, feløg, ið TF Holding eigur meirilutan av. Afturat teimum koma so tey feløg, har tryggingarrisin er minnilutaeigari. Eisini her gongur navnið Gunnar í Liða aftur. Hann er nevndarformaður í Grønlandsbanken, sum TF Holding eigur umleið 15 prosent av, og nevndarformaður í Hotel Føroyar, har ognarparturin hjá TF Holding er 41 prosent. Fyri uppgávurnar fær hann ávíkavist 200.000 krónur og 90.000 krónur.
- Jú, tað er rætt, at eg siti í hesum nevndum gjøgnum TF Holding. Men eg umboði allar partaeigarar, og tað er í báðum føri ein meiriluti av eigarunum, ið hevur valt meg til formann, sigur Gunnar í Liða.

Fráfaringin
Á nýggjárinum vóru tvey ár síðani Gunnar í Liða fór úr stjórastarvinum hjá TF Holding og bleiv í staðin nevndarformaður. Hesi tvey árini hevur hann fingið stjóraløn, tilsamans 3,3 milliónir krónur, svarandi til 1,65 millión krónur um árið. Lønin kemur afturat nevndarsamsýningunum, ið sum nevnt eru 884.000 krónur úr TF Holding samtakinum og aðrar 290.000 krónur úr feløgum, har TF Holding er eigari.
Hóast Gunnar í Liða sostatt bæði hevur fingið stjóraløn og løn sum nevndarformaður, so heldur hann ikki, at tingini kunnu tvinnast saman.
- Nei, hatta eru tvey ymisk ting. Eg fór frá sum stjóri og fekk endurgjald fyri tað. Og so var eg biðin um at koma í nevnd, og fái samsýning fyri tað. Hasi tingini kunnu ikki knýtast saman, sigur Gunnar í Liða.
Nevndarformaðurin er í dag búsitandi í Oslo. Hann er ikki farin í annað starv, síðani hann fór úr stjórakontórinum á Kongabrúnni í Havn.
- Mítt starv er at vera nevndarformaður og røkja nevndarsessirnar. Tað fer við mínari tíð, sigur Gunnar í Liða.



FAKTA um Gunnar í Liða
Føddur í 1960. Formaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna, TF Holding, Tryggingarfelagið Føroyar, Grønlandsbanken og Hotel Føroyum, umframt næstformaður í Eik Banka. Var stjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum frá 1998 til 2010, tá hann tók við sum nevndarformaður.

FAKTA um nevndarsamsýningar í TF samtakinum:
Tey, ið mannaðu nevndina í TF Holding, samtaksnevndina, fingu tilsamans 2,52 milliónir krónur í fjør. Nøkur teirra sótu eisini í øðrum nevndum í samtakinum, og í teimum førum er øll nevndarsamsýningin íroknað tær 2,52 milliónirnar. Størsta samsýningin fór til Gunnar í Liða, sum fekk 884.000 krónur í fjør.
Harumframt koma 2,57 milliónir krónur í samsýningum til aðrar nevndir í TF samtakinum. Størsta samsýningin fór til Torben Nielsen, sum fekk 630.000 krónur fyri at vera nevndarformaður í Eik Banka.
Tilsamans er talan um 5,1 milliónir krónur, ið samtakaði rindaði í fjør.

FAKTA um nevndina í TF Holding eftir aðalfundin í ár:
Gunnar í Liða, formaður?
Annika Waag?
Árni Jakobsen?
Ingeborg Godtfred
Jan Müller ?
Jákup Egholm Hansen?
Anna Larsen (starvsfólkavald)?
Sonne Mikkelsen (starvsfólkavaldur)?