Kyndil vann mansfinaluna í Faxe Kondi kappingini, sum var spæld í høllini á Hálsi í Havn.
Kyndil vann so greitt sum 24-17. Í steðginum var Kyndil á odda 12-9. Kyndil spældi framúr væl, ikki minst í verjupartinum, og málverjin, Jan Pauli Toft Johannesen stóð framúr væl.
Bartal Klein Olsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við seks málum. Mark Marcher var toppskjútti hjá H71 við fýra málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hæddarpunktini frá Rás2 frá mansfinaluni.
Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. Teitur Joensen var viðmerkjari.
Hoyr eisini Teit Joensen taka samanum dystin, har hann staðfestir, at ótrúliga sterka verjuspælið hjá Kyndli var avgerandi.
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við fegnar spælarar, venjarar og fjeppara hjá Kyndli hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá H71, Sonni Larsen hoyrist HER