Tann, sum lesur løgmansrøðuna, má ásanna, at røðan er óvanliga háfloygd og í støðum mestsum poetisk. Hetta forðar tó ikki løgmanni í at viðgera sera ítøkilig evni og røðan er á mangan hátt nýskapandi. Løgmaður og teir landsstýrislimir, sum eftir vanligum siði hava givið sítt íkast til røðutekstin hava gjørt sær stóran ómak til tess at røðan skal markera eina nýggja byrjan í føroyskum politikki.
Sum dømi um hetta kunnu vit nevna tað, sum verður sagt um fiskivinnuna. Vit standa framman fyri einum siðaskifti, ið merkir størstu broyting í okkara vinnusøgu síðan einahandilin var avtikin í 1856, verður sagt. Sera stór orð samstundis sum stórur dentur verður lagdur á, at hetta siðaskiftið skal fara fram sambært frælsu marknaðarkreftunum. Tað var jú eisini meginreglan í 1856, og úrslitið var, at vit fingu tvey sløg av føroyingum: ríkiskroppar og fæloysingar. Vónandi fær hetta siðaskiftið ikki sama virknað. Meginreglan í siðaskiftinum verður annars ein burðardygg og dynamisk fiskivinna, har politiskar forðingar og peningaligur stuðul ikki avskepla marknaðarkreftirnar. Vinnan má tillaga seg, tí tað er fyritreyt fyri sjálvberandi búskapi, at høvuðsvinnan klárar seg uttan stuðul úr landskassanum, og fiskastovnarnir skulu endurreisast, so at vit tryggja fiskatilfeingið í framtíðini. Hetta hava vit hoyrt áður. Hinvegin, at nú skulu lívfrøðiligu tilmælini takast í álvara, ljóðar sum ein nýggjur boðskapur. Fólkið, sum eigur havsins ríkidømi, skal selja hetta á uppiboði umvegis tilfeingisbúð. Hvør skal umsita hesa skipan er enn ikki greitt, tað vil orðskiftið ivaleyst avdúka. Her er uttan iva talan um eina veruliga roynd at bjarga fiskastovnunum, og man løtan júst nú vera tann rætta. Signalini frá vinnuni eru jalig og bíðast kann ikki longur við hesum máli, sum búskapurin stendur og fellur við. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hendan skipan fer at rigga í verki og ikki verður tað minni spennandi at vita, hvørt samgongan hevur styrki til at fremja hetta umskifti.
Løgmaður kemur víða í røðuni, ið nemur við flestøll landsstýrisøki. Nógv verður gjørt burturúr at sissa tey, sum stúra fyri búskaparligu gongdini orsakað av oljuprísunum. Vit fáa at vita, at ferðin á búskapinum er minkað og at høgu oljuprísirnir hava noytt partar av fiskivinnuni í knæ, oljurokningin er hækkað munandi, at matvøruprísirnir eru hækkaðir og rentan við. Men í sama andadrátti staðfestur løgmaður, at búskapurin er væl fyri. Arbeiði er til øll, tí bæði í vinnuni og hjá tí almenna er brúk fyri góðum og dugnaligum fólki. Hetta virkar ikki heilt sannførandi, men tíðin vil vísa, um hetta veruliga er so. Tað, sum saknast, er nøkur orð um, hvat samgongan ætlar at gera fyri at lætta um gerandisdagin. Samantikið ein áhugaverd løgmasrøða, men her eru eisini andsagnir og nakrar løgnar útmeldingar. Hetta venda vit venda aftur til í oddagrein í morgin.