Høg gróðurtøl geva vónir um betri veiði

Gróðurtølini fyri plantuæti, sum er grundarlagið undir øllum lívi í havinum, eru rættiliga góð higartil í ár – líka so góð, sum tey vóru undan góðu fiskiárunum, sum komu eftir aldarskiftið

Gróður

 

Bæði í fjør og í ár hevur líka sum ligið í “kortunum”, at niðurgongdin í fiskiskapi eftir eitt nú toski og kanska øðrum fiskasløgum við fer at venda til framgongd. Árið higartil í ár bendir á, at positiva gongdin á landgrunninum fer at halda fram.

Á heimasíðuni hjá Havstovuni eru grafar yvir gróðurtøl seinastu árini. Hesi tøl verða uppdaterað regluliga við tað, at støðir eru, sum áhaldandi máta plantuæti á landgrunninum.

Tølini fyri í ár benda á, at náttúran rættiliga er við okkum aftur. Høg gróðurtøl – ella tøl yvir plantuæti – merkja, at meira lív er í sjónum, og hetta merkir so aftur, at grundarlagið undir øðrum lívi verður skapt.

Plantuæti er grundarlagið undir ymiskum djóraæti, sum aftur er grundarlagið undir larvum, yngli og tí smáa fiskinum, sum kemur undan eftir gýting.

Í fjør varð eisini meira nebbasild staðfest í føroyskum sjógvi enn í nógv undanfarin ár, og nebbasildin er ikki minst føði hjá toski og fugli.

 

Kurvan “brotnaði”

Í byrjanini av seinasta ári vóru gróðurtølini eisini góð, men tá ið summarið nærkaðist, “knekkaði” kurvan nakað, og gróðurin gjørdist minni. Tá kurvan brotnar, missir landgrunnurin nakað av tí framleiðslu í sjónum, sum annars var í gongd.

Tølini yvir árið í ár vísa, at gróðurin á landgrunninum higartil er munandi betri enn í fjør.

Hvussu gýtingin hevur vignast, er trupult at siga nakað um enn, men nærri greiða fæst á hesum, tá yngulkanningar verða gjørdar nakað eftir hálvan juni.

Tá fer Havstovan eisini at gera ætikanningar, og tá fæst líka sum eitt boð aftrat upp á, hvussu støðan á landgrunninum við æti og gýting í veruleikanum er.

Á Havstovuni siga tey, at um tey útlit halda, sum í løtuni eru fyri gróðuri á landgrunninum, verða gróðurtølini í ár líka so góð sum í ár 2000, sum aftur legði grundarlagið undir góðu fiskiveiðina árini eftir.