Tunfiskur
Lítil tunfiskaídnaður er í Equador í hesum tíðum, tí so lítil fiskur kemur uppá land. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Slaki fiskiskapurin hevur trýst prísirnar rættiliga langt upp. Tunfiskaprísirnir í heyst hava nevniliga verið teir hægstu í mong ár.
Óvanliga støðan í tunfiskaídnaðinum hevur nú elvt til, at tunfiskur fer fyri 1500 us-dollarar fyri tonsið. Hetta er 110% meira, enn prísurin var í byrjanini av hesum árinum.
Talan er í hesum sambandi um fisk, sum vigar meira enn 20 pund.
Vánaligi tunfiskiskapurin hevur samstundis ført til, at tað gongur striltið hjá framleiðarum í Equador at nøkta eftirspurningin eftir tunfiski.