Hendan er ikki heilt so ekstrem, tó at talan framvegis ikki er um nakra lætta rutu. Málið hjá Høgna var at fullføra kappingina, og hetta eydnaðist honum eisini. Hann kom í mál sum nummar 21 av 27 súkklarum. Fýra av teimum, sum byrjaðu, megnaðu ikki at fullføra kappingina. - Eg megnaði eisini at yvirhála ein av hinum við einum umgangi, so hatta var fínasta slag, segði Høgni um kappingina. Kappingin varð skipað eftir sama leisti sum býarkoyring. Koyrt varð í 100 minuttir á 4,5 kilometra longu breytini, áðrenn ringt varð inn til seinasta umgangin.