Høgni Hoydal: Tað hvílur stór ábyrgd á fakfeløgunum

? Tað er ábyrgdarleyst av fakfeløgum og øðrum at taka fullveldismálið til gísla í øllum møguligum sambandi, og at brúka tað til at trýsta Landsstýrið við

 

Fullveldi



?Tað kann ikki als ikki góðtakast, at fakfeløg og onnur, taka fullveldismálið til gísla í øllum møguligum sambandi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum, sigur, at hann meiri enn einaferð hoyrir fakfeløg, og onnur, brúka fullveldismálið til at til at hótta Landsstýrið við.

Seinasta dømi um hetta eru samráðingarnar um lønina hjá manningini á Brimli, har ið fakfelagsfólk, óbeinleiðis, hava hótt landsstýrið við, at tey fóru at mæla limum sínum til at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni 26. mai, um tey ikki fingu frægari sømdir.

? Tað er harmiligt og ábyrgdarleyst og kann als ikki góðtakast, sigur Høgni Hoydal.

Hinvegin skilir hann, at fólk eru vónbrotin, tá ið tað ikki gongur eftir vild.

Men hann leggur dent á, at fullveldismálið skal ikki tengjast at ávísum politikarum.

?Fullveldið er ein spurningur um, at øll í samfelagnum, ikki minst feløg og stovnar, sum hava stóran týdning fyri samfelagsbygnaðin, taka undir við tí.

? Hann heldur, at í hesum sambandi hvílur ein stór ábyrgd á fakfeløgunum og tað er heilt skeivt av fakfeløgunum at brúka fullveldismálið til at hótta landsstýrið við í øllum møguligum samanhangi.

? Hinvegin hevði tað verið bæði jálvsagt og uppbyggjandi, um fakfeløgini góvu okkum eitt boð uppá, hvussu vit byggja eitt sjálvberandi samfelag upp, og, hvørji krøv tey seta til einar sjálvbjargnar Føroyar. Tað er stórur saknur í einum slíkum samskifti við fakfeløgini, heldur Høgni Hoydal.


Ábyrgdarloysi størsta hóttanin

Landsstýrismaðurin í fullveldismálum sigur, at størsta hóttanin ímóti føroyska løntakaranum, og sostatt eisini fakfeløguum, er, at politikarar aftur fara at sýna sama ábyrgdarloysi, sum teir áður hava víst.

? Tað er slíkt ábyrgdarloysi sum máar alt støðið undan føroysku verkamannafjøldini og løntakarafjøldini annars. Tí tað var hetta ábyrgdarloysi hjá politikarum, sum førdi til skeivar raðfestingar, so at búskapurin at enda kókaði yvir.

? Og avleiðingin av tí var, at Løgtingið mátti skerja lønirnar næstan 10% við lóg, samstundis sum vit fingu karendsdagar o.s.fr.

Høgni Hoydal leggur dent á, at ta støðuna mugu vit ongantíð koma í aftur í Føroyum.

Hann sigur, at í løtuni er stórt yvirskot í landskassanum, so tað kundi verið skjótt hjá landsstýrinum at fallið í somu grøv, sum politikarar fyrr eru falnir í.

? Tað hevði ikki verið nakar trupulleiki at blást lønirnar upp. Men avleiðingin av tí hevði verið, at prísirnir høvdu hækkað, sum teir gera longu nú og sostatt hevði keypiorkan. verðið útholað - og tað er keypiorkan, sum hevur týdning, ikki krónutalið, sum tú fært í løn.

?Tí er tað heilt avgerðandi fyri løntakaran, at vit fáa ein javnan, men tryggan lønarvøkstur, so hvørt sum veruligt grundarlag er fyri tí, ístaðin fyri at blása lønirnar upp. Tað er einasti máti at sleppa undan teimum stóru sveiggjunum í lønunum uppá, har tær eina løtu er uppi í topp við stórum prísvøkstri, og har løgtingið løtuna aftaná skerjir hana við lóg.

Annars vísir hann á, at lønirnar eru neyvan nakrantíð hækkaðar so nógv sum undir hesum landsstýrinum. Men vandin er so hinvegin, at prísvøkstur útholar keypiorkuna.

Høgni Hoydal sigur, at hann saknar hetta samskifti við fakfeløgini um, hvussu vit fáa lagt trivnaðin á arbeiðsmarknaðin og ein tryggan lønarvøkstur til rættis, sum samstundis leggur upp fyri, at vit skulu hava eitt sjálvberandi samfelag.

? Men samstundis eiga tær almennu Føroyar eisini at leggja ein greiðan lønar- og starvsfólkapolitikk til rættis, har dentur eisini verður lagdur trivnað og støðuga menning og útbúgving í arbeiðnum, sigur Høgni Hoydal.

Annars heldur hann ikki, at samanbrestirnir ímillum landsstýrið og fakfekøgini hava verið fleiri í hesum valskeiðnum, enn vanligt.

? Støðan er heldur hann, at politiska støðan er so spent, at hvørt smámál verður blást upp, samstundis sum fullveldi fær skyldina fyri bæði líkt og ólíkt.