Tónleikur
Høgni Lisberg hevur seinastu tíðina gjørt alsamt meira vart við seg í Danmark. Hann verður javnan spældur í donskum útvarpi og luttók í síðstu vikuni í sjónvarpssendingini Go’ Morgen Danmark. Hann verður mettur sum eitt av heilt bjørtu nýggju nøvnunum á danska tónleikapallinum. Tí er hansara navn á skránni fyri Roskilde Festivalin als ikki, nakað ið tekur okkum á planet.fo á bóli.
Í fjør spældi 200 á júst sama palli, sum Høgni nú spælir á tann sonevnda Pavillion Junior. Henda konsert gjørdist ein brakandi succes fyri bólkin, og hevur slóða fyri nógvum spælijobbum kring Norðurlond fyri punkbólkin. Men Høgni hevur sjálvur spælt á Pavillion Junior áður, tá sum trummuleikari aftan fyri Eivør og Petur Pólson í Clickhaze.
- Tað er feitt, hetta verður vónandi størsta publikum, sum eg havi spælt fyri við hesum projektinum. Eg síggi hetta sum ein góðan møguleika, og tað sær í øllum førum gott út á okkara C.V., at vit hava spælt á Roskilde Festivalinum. Eg vóni, at hetta gevur eitt útslag av onkrum slag, akkurát sum at spæla á Go’ Morgen Danmark gav tað, segði Høgni, ið vit fangaðu í telefonini á veg umborð á flogfarið til Íslands har hann í vikuskiftinum skuldi luttak á AME-Reykjavík.