Høgni Madsen, sum seinastu mánaðirnar hevur spælt við NSÍ, fer nú aftur at spæla við KÍ. Tað skrivaði heimasíðan hjá klaksvíkingum í gjár. Nógv bendir á, at hann skal loysa av miðvallaran Erland B. Danielsen, sum noyddist av vøllinum við drúgvum skaða í landskappingardystinum móti B68 sunnudagin. Liðbandini dragnaðu nógv hjá honum.
- Tað er í løtuni trupult at svara, nær eg spæli aftur. Men tað má tíðin vísa. Tað er eisini óvist við krossbandinum og meniskinum, sigur Erland B. Danielsen við heimasíðuna hjá Bláu Bylgju.
Madsen aftur
Høgni Madsen spældi eisini í KÍ í tíðarskeiðnum frá 2005 og 2006. Tá táttaðist hann við Tony Paris, táverandi venjaran, undir dystin og fekk sekkin umgangandi. Síðan hevur hann spælt við barndómsfelagnum ÍF, og síðan í vetur hevur hann verið knýttur at hópinum hjá NSÍ.
Sáttmálin er galdandi fyri hetta kappinarárið.