Dan R. Petersen
javnaðarmaður
Undan jólum kom nýggj bók við gomlum inni-haldi á marknaðin. ?Frælsi er ábyrgd? eitur hon, og innihaldið er propagandagreinar og ditto-talur hjá Høgna Hoydal. Forleggjarin er sami maður, sum landsstýrið valdi til formann í tær fjølmiðlanevndirnar, ið skuldi ráðgeva útvarpi og sjónvarpi.Men løgtingið góðtók ikki óheftar nevndir við tjóðveldskari yvirvág. Men lat liggja, hetta er ein onnur søga. Vit hava tó loyvi at ivast í seriøsitetinum hjá einum forlagi, ið gevur slíkt út.
Tað, ið mangur mundi stúrsa yvir, er tittulin á bókini: ?Frælsi er ábyrgd?. Er tað nakað, ið ikki hevur eyðkent Høgna Hoydal, so er tað júst àbyrgd.Teir gomlu tjóðveldismenninir heilt fram til 1998 viðgingu, at loysingin fór at kosta vælferð og sosiala trygd; hóast tað so arbeiddu teir fram ímóti málinum. Teir vóru erligir hugsjónarmenn og vildu gjalda prísin. Hetta nýggja slagið av tjóðveldisfólki við Høgna á odda hevur fyrigyklað fólki, at loysingin onki skuldi kosta. Høgni hevur ført fólkið bak ljósið, og tað er ábyrgdarleyst.
Nú millum jólana ger hann so støðuna upp í bløðunum: Alt tað arbeiðið, hann sjálvur hevur gjørt, er rætt og gott, danir eru ómøguligir, og so hartar hann føroyingar fyri ikki at standa saman um fullveldið.
Ongin føroyskur politikari hevur haft so góðar umstøður at arbeitt við einum ávísum máli sum Høgni. Landskassin hevur staðið opin, 10-tals milliónir eru brúktar, ein samlað umsiting hevur virkað undir hátrýsti og sett annað til viks fyri fullveldið. Onki mál hevur fingið so stóra, positiva og ókritiska umrøðu í fjølmiðlunum, og ongin politikari hevur verið so forkelaður av tíðindafólki sum Høgni.
Sjálvur sigur hann seg ikki hava gjørt nakað skeivt. Men vit vita betur. Hann hevur bilt fólki inn, at vit kundu loysa og framhaldandi hava øll rættindir í ríkisfelagskapinum. Vit skuldu hava javnbjóðis rætt við danir, hóast vit fóru út. Hetta nevnir hann samstarv á jøvnum føti. Vit vóru nøkur, ið hildu, at tjóðskaparkensla hevði nakað við stoltleika at gera. Men tað er so eigasørt hjá fullveldismonnum, har er ongin stoltleiki. Og tíverri er heldur ikki skomm skapt í teimum. M.a. gremur Høgni seg um, at danir heingja føroyingar út sum krevjandi nassarar. Ongum nýtist at hoyngja Høgna út. Hann er ein krevjandi nassari og hevur skatt okkara umdømi. Hann hevur sett ilt blóð ímillum Føroyar og Danmark. Og tað sum verri er: han hevur sett ilt blóð millum føroyingar. Lesið bara tað sjúkligu greinina hjá J. P. Heinesen í Sosialinum 5. desember 2000.
Og so gremur hann seg um, at føroyingar standa spjaddir. Ferð eftir ferð hevur hann mælt til, at vit leggja partapolitiskt kegl til viks og loysa hetta mál. Um hetta er naivitetur ella frekleiki ella ein blanding av báðum, er ilt at siga. Men at fólk skulu gloyma, at tey eru javnaðarfólk ella sambandsfólk og velja loysingina, bert tí at Høgni Hoydal er valdur inn á ting bendir á stórheitsvanvit. Meira er ikki at siga um tað.
Ríkisfelagsskapurin er ikki eitt sjálvtøkuborð hjá uttanfyristandandi. Fara vit út, so hevur tað sín prís, tað eigur fólkið at vita. Alt annað er ábyrgdarloysi.