Høgni Reistrup ætlar sær í býráðið

Høgni Reistrup verður helst á listanum hjá Framsókn til býráðsvalið í november.

Á seinasta býráðsvali vantaðu bara átta atkvøður í hjá Framsókn at fáa 13. býráðssessin í Havn. Og tað ætlar flokkurin at klára hesaferð.

 

- Tá ið tað mangla átta atkvøður, skal ikki nógv til afturat, áðrenn vit okkum ein býráðssess, sigur Høgni Reistrup, sum er við at fyrireika flokkin til býráðsvalið í Havn.

 

Framsókn hevur ikki somu mannagongd sum hinir flokkarnar við uppstilingarfundum, men heldur venda tey sær sjálvi til møgulig valevni ella øvut. Tey hava javnan fundir, ella verksmiður, har flokksáhugað kunnu hittast og kjakast um eitt nú valskránna til komandi býráðsval.

 

- Valskráin er um at vera upp á pláss, og vit hava eisini fingið nøkur valevni klár, tó at endaliga uppstillingin ikki verður kunngjørd enn. Valevnini verða ein samanseting av teimum, sum stillaðu upp til býráðs- og løgtingsvalini, umframt nøkur nýggj andlit, sigur Høgni Reistrup.

 

Høgni Reistrup, sum fekk 74 atkvøður á seinasta løgtingsvali, vísir heldur ikki aftur, at hann kanska telist millum valevnini í november.

 

- Jú, eg vænti at stilla upp til býráðsvalið. Eg haldi tað vera ein greiðan samanhang millum lands- og býráðspolitikk, so tað er natúrligt at hava áhuga í at umboða Framsókn í báðum førum, sigur Høgni Reistrup.