Høgni útgivin um alt Amerika

Høgni Lisberg hevur gjørt plátusáttmála við amerikanskt plátufelag, sum tryggjar honum, at nýggjasta útgáva hansara verður útgivin í USA og Kanada. – Hetta er nógv tað størsta, sum er hent fyri meg, tí tað er næstan ógjørligt at fáa nakað útgivið har, sigur Høgni Lisberg

Um ikki so langa tíð, kemur fløgan Haré Haré at standa á hyllunum í fløguhandlunum í New York, Los Angeles, Washington, ja, øllum amerikanskum – og kanadiskum – býum. Høgni Lisberg hevur nevniliga gjørt sáttmála við Spectra Records.
- Hetta er ordiliga stórt. Tað er fyrsta ferðin, at eg fái nakað í gjøgnum í USA og Kanada, og tað eru tvey øki, sum eru næstan ógjørlig at koma inn á. Eg taki kortini ein dag í senn, men tað er øgiliga spennandi, sigur Høgni Lisberg.
Hann viðgongur, at tað kann fáa sera stóran týdning fyri hansara yrkisleið sum tónleikari, at fløgan verður útgivin ‘over there’.
- Fyri meg er tað eitt nýtt og spennandi øki. Tað er eisini eitt ótrúliga stórt øki við sera nógvum fólkum. So um bara nøkur fá fólk, lutfalsliga, hoppa upp á mín vogn, so er tað longu talan um rættiliga nógv fólk, um vit samanbera tað við her. Í so máta skal kanska ikki so nógv til, flennir Høgni Lisberg.

Kurvabóltsspæl hjálpti til
Sambært Høgna Lisberg var tað Spectra Records, sum setti seg í samband við hann.
- Eg fekk ein fyrispurning fyri stuttari tíð síðani, um hetta var nakað fyri meg. Eg merkti beinanvegin, at teir høvdu bestemmað seg so eg skuldi næstan bara siga ja, greiðir Høgni frá.
Í oktober í fjør var sangurin Bow Down útgivin á soundtrackinum til kurvabóltsspælið NBA 2K 11. Eitt spæl, sum mett er at selja um eina millión eintøk. Hetta hevur heilt víst havt týdning fyri sáttmálan, Høgni Lisberg nú hevur fingið.
- Síðani lagið kom við at spælið hevur Bow Down verið vístur 1500 ferðir dagliga á YouTube. Tað er øgiliga nógv fyri meg. Í Spectra Records søgdu tey, at tey vistu um sangin, áðrenn hann kom á spælið, men sáttmálin er heilt víst ringar í vatninum eftir lagið kom við á NBA-spælið, sigur Høgni Lisberg.

Arbeiðir við nýggjum tilfari
Tað eru tvey ár síðani, at Haré Haré kom á føroyska marknaðin. Í 2005 gav hann fløguna Morning Dew út og í 2003 kom Høgni við fyrstu fløguni Most Beautiful Things.
- Tíðin flýgur avstað. Tey bæði seinastu árini havi eg spælt nógv trummur aftur. Tað er stuttligt og gevandi at gera ymisk ting. Eg havi spælt nógv saman við Eivør og verið við at innspælt fløgu hennara og eisini tað hjá Knút Háberg Eysturstein. Men eg skrivi eisini altíð sjálvur. At geva eina plátu út krevur tó meira enn bara at skriva, sigur Høgni Lisberg, sum møguliga er farin at hugsa um eina uppfylgjandi fløgu til amerikanska marknaðin longu nú.

rolant@sosialurin.fo

--

FAKTA:
Høgni Lisberg hevur gjørt sáttmála við plátufelagið Spectra Records
Spectra Records var stovnað í 1997 og hevur vunnið fleiri virðislønir, millum annað Best Reggea Album of the Year við Taj Weekes.
Talan er fyribils um ein licenssáttmála á trý ár
Høgni Lisberg hevur givið út fløgurnar Most Beautiful Thing (2003), Morning Dew (2005) og Haré Haré (2008).
Høgni Lisberg spælir annars nógv trummur, eitt nú við Eivør og Orka