Bæði landsstýrið og danska stjórnin hava noktað almenninginum innlit í tær fundarfrágreiðingar og skjøl, sum eru í málinum um fullveldissamráðingarnar í 1999 og 2000.
Fjølmiðlafólk hava fyrr biðið um innlit í málið hjá landsstýrinum, sum hevur noktað innlit, m. a. grundað á, at avvarðandi landsstýrismaður og løgmaður, Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg hava verið hoyrdir í málinum – og hava noktað, at innlit verður givið.
Høgni Hoydal sigur við Sosialin, at hann ikki hevur noktað, at innlit verður givið – tvørturímóti vil hann, at fult innlit verður givið í málið.
– Eg viðmæli, at meirinnlit eigur at verða játtað til fundarfrásagnirnar, sigur hann í telduposti til Løgmansskrivstovuna 31. august 2009 í sambandi við innlitsumbøn, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Høgni Hoydal sigur, at grundgevingin í fyrsta lagi er, at skjølini hava stóran týdning fyri upplýsing og fatan í almenninginum av ríkisrættarligu- og fólkaræðisligu støðu føroyinga og av týdningarmiklum hendingum, ið ávirka seinni avgerðir og lóggávu.
– Hesi skjøl mugu tí metast at hava stóran týdning fyri fólkaræðisligum avgerðum hjá almenninginum í Føroyum, ið sjálvsagt mugu hava upplýsing og innlit í øll týdningarmikil viðurskifti sum grundarlag, sigur Høgni Hoydal í svari sínum til Løgmansskrivstovuna.
– Í øðrum lagi er próvfast, at landsstýrið royndi við hvørt samráðingarhøvi at fáa semju um, at felags fundarfrásagnir vórðu skrivaðar og góðkendar millum samráðingarpartarnar, men ynski varð ikki um hetta frá donsku samráðingarnevndini. Tískil er haldført at lata innlit í føroysku fundarfrásagnirnar, har staðiliga er viðmerkt, at talan er um skjal frá øðrum partinum í eini samráðing. At grundgeva fyri at sýta innliti við atliti til ikki at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark er eftir mínum tykki á ongan hátt haldført, sigur Høgni Hoydal, sum framvegis heldur, at innlit skal latast í hesi skjøl.
Men Anfinn Kallsberg er als ikki samdur. Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, hevur havt fund við Anfinn Kallsberg um málið.
– Eg hevði í áðni eina samrøðu í Sjóbúðini við Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um hanara ummæli av umsóknini frá Beintu Løwe Jacobsen um meirinnlit í tær fundarfrásagnir, ið finnast av fundum millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina um føroyskt fullveldi 1999-2000, skrivar Sjúrður Rasmussen í einum notati um málið. Og hann heldur fram:
– Fyrrverandi løgmaður mælti frá at geva meirinnlit. Hann vísti í hesum sambandi á
• at talan er um innanhýsis einsíðugar frágreiðingar, sum lýsa føroysku uppfatanina av tí, sum fram er farið.
• at fullveldisgongdin er ikki liðug, men áhaldandi, og at um so er, at frágreiðingarnar verða latnar út nú, kann tað skaða framtíðar samráðingar
• at ítøkiligar samráðingar nú sambært yvirtøkulógini grein 2 stk 2 kunnu verða skaddar, verða fundarfrásagnirnar latnar almenninginum
Fýra fundir um fullveldi
Hesi skjøl fær alemnningurin ikki innlit í:
1. fundur 17.03.2000 reinskrivað fundarfrásøgn
2. fundur 02.05.2000 reinskrivað fundarfrásøgn
3. fundur 15.06.2000 bert hondskrivað notat í stikkorðsformi fyriliggja, sum eru rættuliga ring at týða
4. fundur 26.10.2000 reinskrivað fundarfrásøgn