Høgra hond hjá Sjakalinum fyri rættin

Johannes Weinrich, sum einaferð varð mettur at vera heimsins vandamesti drápsmaður, er nú fyri rættinum í Týsklandi.

Rættarmál

Johannes Weinrich sýtti fyri at úttala seg, tá hann fyrradagin møtti í rættinum í Berlin, har hann er ákærdur fyri seks morð og fleiri hundrað morðroyndir fyri meiri enn 20 árum síðani. Tann 55 ára gamli Weinrich situr longu í fongsli, har hann er dømdur at sita alt lívið.
Málið er kortini ikki nyttuleyst, heldur týski ríkisákærin, sum hevur sett sær fyri at fáa eina endaliga uppgerð við ta yvirgangsalduna, sum Johannes Weinrich skipaði fyri í 1970-unum og 1980-unum í Evropa saman við Iljitsj Ramirez Sanchez, sum man vera betri kendur undir heitinum "Carlos" ella "Sjakalurin".
Weinrich var umboðsmaður hjá Sjakalinum í Evropa. Hann hevði ein bókahandil í Frankfurt, har hann javnan hitti umboð fyri víðgongdar vinstrasinnaðar felagsskapir, áðrenn hann fór upp í yvirgangsfelagsskapin Rote Arme Fraktion.
Tey seks morðini, sum hann nú er ákærdur fyri, stava frá einari bumbuatsókn í París í 1982, tá ein kvinna doyði, og einari atsókn ímóti einari jarnbreytarstøð í Marseille nýggjársaftan í 1983, tá fimm fólk doyðu.
Umframt morðini er Johannes Weinrich ákærdur fyri at hava roynt at skjóta eitt ísraelskt ferðamannaflogfar niður við einari rakett í París í 1975.
Ein atsókn, sum eisini er í ákæruritinum, er bumbuatsóknin at útvarpsstøðini Radio Free Europe í Múnchen í 1981. Hetta málið er kortini eitt sindur viðkvæmt, tí týska ákæruvaldið vil vera við, at tað var rumenska fregnartænastan Securitate, sum bílegði atsóknina, og sum rindaði Weinrich samsýning fyri hana.