Fíggjarmálaráðið hevur í dag undirskrivað semju við Bioanalytikarafelagið. Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2020. Hetta skrivar Fíggjamálaráðið í dag.
Tann 1. oktober 2017 hækkar mánaðarlønin 0,90 prosent, tann 1. oktober 2018 hækkar mánaðarlønin 0,50 prosent, og tann 1. oktober 2019 hækkar mánaðarlønin við 0,3 prosentum.
Haraftrat eru broytingar í skalagongdini, ið gera, at endalønin hjá bioanalytikarum hækkar øll trý árini.
Broytingar eru eisini gjørdar í sáttmálanum. Eitt nú eru ásetingar um barnferð broyttar og betraðar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.