Høgur miðalprísur í dag

Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var rættiliga høgur, 20,49 krónur fyri kilo. Tilsamans 63,2 tons vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í dag fyri slakar 1,3 miljónir krónur. Hetta gevur samanlagt ein rættiliga høgan miðalprís, sum liggur omanfyri 20 krónur fyri kilo.

Av 63,2 tonsum tilsamans, vóru 22 tons av havtasku, og tað lyftir beinanvegin væl undir miðalprísin. Miðalprísurin fyri havtasku lá nevniliga omanfyri 35 krónur fyri kilo.

Á marknaðinum í dag var næstan bara toskur og havtaska - og eitt sløð av øðrum fiskasløgum, eitt nú 5 tons av hýsu.

Umleið 28 tons vóru seld av toski, mest av toski 3, sum fekk miðalprísin 13,03 krónur fyri kilo.

Hýsa hevði ikki góðan prís á marknaðinum í dag. Frægastu nøgdirnar - ella 2,8 tons - vóru av hýsu 2, og her var miðalprísurin einans 8,53 krónur fyri kilo, sum er rættiliga lágur hýsuprísur.

Samanlagdi miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var tó væl hægri enn vanligt.