Håkan er spentur upp á HM-undankappingina

Danmark, Eysturríki, Skottland, Ísrael og Moldova verða føroysku mótstøðulondini, tá komandi HM-undankapping fer av bakkastokki í mars mánað næsta ár

Danmark, Eysturríki, Skottland, Ísrael og Moldova verða føroysku mótstøðulondini, tá komandi HM-undankapping fer av bakkastokki í mars mánað næsta ár

Nú er greitt, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla ímóti í komandi HM-undankapping. Føroyar komu í bólk F saman við Danmark, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Moldova.

– Hetta er ein spennandi og áhugaverdur bólkur, við nøkrum londum, sum eg meti hava hvør sín spælistíl. Vit skulu sjálvandi trúgva uppá, at vit hava ein møguleika í øllum dystunum, men tað verður torført, eingin ivi um tað.

– Onkuntíð síggja avbjóðingar ómøguligar út framman undan, men tá man síðan hevur hugt nærri at uppgávuni, byrja møguleikarnir at síggjast, og tað er hesum møguleikum vit skulu fara eftir, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Seinnapartin í morgin, týsdagin verður kunngjørt, hvussu leikskráin kemur at síggja út. Dystirnir verða spældir í tíðarskeiðnum frá mars til november komandi ár.

Bólkur A

Portugal

Serbia

Írland

Luksemborg

Aserbadjan

Bólkur B

Spania

Svøríki

Grikkaland

Georgia

Kosovo

Bólkur C

Italia

Sveis

Norðurírland

Bulgaria

Litava 

Bólkur D

Frakland

Ukraina

Finnland

Bosnia-Hersigovina

Kasakstan 

Bólkur E

Belgia

Wales

Kekkia

Hvítarussland

Estland 

Bólkur F

Danmark

Eysturríki

Skottland

Ísrael

Føroyar

Moldova 

Bólkur G

Holland

Turkaland

Noreg

Montenegro

Lettland

Gibraltar 

Bólkur H

Kroatia

Slovakia

Russland

Slovenia

Kýpros

Malta 

Bólkur I

Ongland

Pólland

Ungarn

Albania

Andorra

San Marino 

Bólkur J

Týskland

Rumenia

Ísland

Norðurmakedónia

Armenia

Liktinstein