##med2##
Í fjør takkaði Atli Gregersen fyri seg í landsliðshøpi. Hann hevur verið liðskipari síðani Fróði Benjaminsen fyrstu ferð steðgaði á landsliðnum. Nú er ongin Atli Gregersen og ongin Fróði Benjaminsen. Tí skal landsliðið hava nýggjan liðskipara.
- Eg rokni við at vit avdúka tað í morgin. Spælarin, sum tit spyrja eftir, skal eg tosa við í dag og spyrja um hann hevur áhuga at verða liðskipari. Síðani skal eg tosa við Hans Erik (Danielsen, miðlamaður hjá Fótbóltssambandinum, blaðm), um hvussu vit avdúka tað. Antin verður tað seinni í dag ella til venjingina í morgin, sigur Håkan Ericson.
Tí er líkt til, at tað verður avdúkað á tíðindafundinum, sum verður í morgin klokkan 11.45. FM1 fer at senda beinleiðis frá tíðindafundinum. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá landsdystinum móti Malta, sum verður hóskvøldið klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda frá klokkan 15.
##ms##
##med3##