Vestmanna: Á bygdaráðsfundi í Vestmanna í farnu viku var fíggjarætlanin fyri 2006 til viðgerð á fyrsta sinni.
Í hesi viðgerðini varð samtykt eitt uppskot frá fíggjarnevndini um at verandi skattaprosent uppá 21 skal hækka komandi ár upp í 22.
- Landið hevur lagt fleiri uppgávur út á kommunurnar. Skulu vit hava ráð at gjalda fyri hesar, og samstundis hava pening til íløgur, so var neyðugt við hesi hækkingini.
- Vit ynskja bara at binda um heilan fingur, sigur Karl A. Olsen, bygdaráðsformaður við Sosialin.
Ein partur av hesum øktu útreiðslunum eru øktar útreiðslur til umsitingina, eins og Sambýlið í bygdini fer at kosta kommununi 560.000 kr. í komandi ári.
Fíggjarætlanin fyri Vestmanna kommunu er ikki endaliga samtykt enn. 2. viðgerð av hesi verður komandi týsdag.
Tað er kortini greitt, at skattaprosentið fer at hækka.
Og tað sama fer eisini foreldragjaldið fyri at hava børn síni í dagstovninum. Tað hevur verið 1500 kr., men verður komandi ár hækkað upp í 1600 kr. um mánaðin.