Í FK í Hoyvík hava tey alla tíðina tætt samband við matvørumarknaðin, viðskiftafólkini og leverandørarnar. Eisini fylgja tey væl við í orðaskiftinum um príshækkingar á matvørum, og hvus-
su fólk megna at hóra undan. Í hesum sambandi fýlist Finn Nielsen, stjóri, á, at politikarar nú aftur eru úti við uppskotinum um at minka mvg’ið á ávísum neyðsynjarvørum, fyri at lætta um hjá barnafamiljunum.
- Eg havi sagt tað fyrr, men endurtaki tað fegin: Um politikararnir veruliga vilja hjálpa, var tað so nógvar ferðir ruddiligari at hækka barnafrádráttin. Takið eina prinsipiella avgerð, til dømis eina hækking upp á túsund krónur fyri barni, og latið hana koma teimum til góðar, sum treingja, sigur
hann.
Øgilig umsiting
Finn Nielsen er sannførdur um, at tað nærum er ógjørligt at handhevja eina lóg, har avgjøldini á mat og drekka verður skilt sundur í smærri vørubólkar. Hann vísir á, at tað hevði kravt eina ovurstóra umsiting, so peningurin ikki endar á skeivum stað, umframt eina umfatandi revsingarskipan.
- Tað hevði ikki verið nakar trupulleiki hjá okkum í FK at lækka mvg’ið á ávísum vørum – tað hava vit
bæði tøkniligar og roknskaparligar førleikar til. Men myndugleikarnir høvdu fingið úr at gera, við at røkja eina slíka skipan – bæði í mun til eftirlit og revsing, sigur hann.
Ræðumyndir hjá grannunum
Sum dømi tekur hann Ísland og í Norra, har tey minkaðu avgjøldini á matvørum fyri nøkrum árum síðani.
- Øll sum hava ferðast har vita, at matvørur eru als ikki bíligari har enn her, sigur Finn Nielsen.
Bæði í Íslandi og Norra stinga javnan gølur seg upp, har vinnurekandi spekulera í sundurbýtta avgjaldinum. Eitt nú við at skráseta vanliga vøru sum vøru við lægri mvg’i, fyri á tann hátt at
fáa munin útgoldnan frá landinum.
- So eg líti onki á, at tað hevði komið teimum, sum hava tørv á tí, til góðar. Barnafrádrátturin er har frammanundan og er líkatil at regulera. Og tað hevði veruliga gjørt mun úti í smáu heimunum, sigur Finn Nielsen við Sosialin.