Endaspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini má ein líka tyggja uppá.
Aftaná grundspælið fara átta tey ovastu liðini víðari til tvey bólkaspøl við fýra liðum í hvørjum bólki. Liðini sum enda nummar eitt og tvey í grundspælinum fáa tvey stig við sær í bólkaspælið, og liðini sum enda nummar trý og fýra í grundspælinum fáa eitt stig við sær í bólkaspælið.
Liðið hjá Hákuni West á Teigum, Skanderborg fekk einki stig við sær í bólkaspælið í bólki 2, har mótstøðuliðini eru Holstebro, Ålborg og Skjern. Ålborg fekk tvey stig við sær, og Holstebro fekk eitt stig við sær í bólkaspælið.
Í farnu viku vann Skanderborg ein góðan 30-26 (16-12) heimasigur á Ålborg, men í dag gekk ikki eftir vild hjá Skanderborg.
Skanderborg vitjaði Holstebro og endin var, at heimaliðið vann ein lutfalsliga greiðan 34-29 sigur á Skanderborg. Í steðginum var Holstebro á odda 18-14.
Hákun West á Teigum skoraði tvey mál fyri Skanderborg í dag.
Samstundis vann Ålborg greiðan 41-32 (23-15) sigur á Skjern.
Støðan er hendan í bólki 2:
Nr | Bólkur 2 | Dystir | Stig |
1 | Holstebro | 2 | 5 (1 við sær) |
2 | Aalborg | 2 | 4 (2 við sær) |
3 | Skanderborg | 2 | 2 |
4 | Skjern | 2 | 0 |
Komandi sunnudag tekur Skanderborg móti Skjern á heimavølli. Tvey tey ovastu liðini í bólkinum fara víðari til hálvfinalurnar.