Tað er ikki óvanligt, at brøður spæla móti hvørjum øðrum í føroyskum fótbólti, men tað er heldur sjálvsamt – fyri ikki at siga søguligt – at tveir føroyskir brøður møtast í dysti í donskum fótbólti.
Tað hendi í dag, tá OB við Jóan Símun Edmundsson spældi móti Vendsyssel við Hákun Edmundsson á liðnum. Báðir vóru við, tá Vendyssel tók móti OB í donsku steypakappingini, DBU Cup. Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin, meðan Hákun Edmundsson mátti av vøllinum við skaða í hálvleikinum.
Dysturin endaði heldur óvæntað við 2-1 sigri til lítlabeiggja Hákun Edmundsson og Vendsyssel. Spurningurin er so, um tað er hent fyri í donskum toppfótbólti – ella útlendskum fótbólti yvirhøvur – at føroyskir brøður hava spælt móti hvørjum øðrum?