Stormurin er hæsaður av, men enn liggur kavin og um meginpartin av landinum er hált.
- Hált og glerstoytt er um alt landið. Koyrandi er úr Kollfjarðardali til Mjørkadals, tó ikki millum Tórshavn og Mjørkadal. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga, sigur Landsverk,
Annars kann roknast við hálku á Sundi, við Streymnes, um Høgareyn, við Norðaraskarð á Oyggjarvegnum, í Kaldbaksbotni og við Velbastaðsháls í Streymoynni, á Gerðabøi í Klaksvík, um Gjáarskarð, á Kambsdali, um Heltnina á Oyndarfjarðarvegnum og við eysturmunnan á Norðskálatunlinum í Eysturoynni, Á Sandavágshálsi í Vágum, Á Brekkuni Stóru í Sandoynni og um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum og á Porkerishálsi á í Suðuroynni.