Hálkubreyt í Húsahaga

Ítøkiligar ætlanir eru um at gera eina hálku- og koyrivenjingarbreyt á tyrvingarplássinum hjá Tórshavnar Kommunu í Húsahaga. Ætlanin kann gerast veruleiki longu í summar

Hóast vit í Føroyum hava tosað um eina hálkubreyt nú í ein mansaldur â?? ja so leingi, at eingin trýr upp á, at ein tílík breyt nakrantíð fór at koma, so er kortini ein ítøkilig ætlan um at gera eina slíka breyt í Húsahaga í Havn.

Tað eru teir báðir, Heini á Borg og Hans Jákup Hermansen, sum persónliga hava tikið stig til ætlanina, sum kann gerast veruleiki longu í ár. Hans Jákup Hermansen er koyrilærari, og Heini á Borg hevur fingist við last- og vøruvognskoyring í mong ár, eins og hann eisini hevur bilar sum frítíðarítriv.

Teir vendu sær í fjør til Tórshavnar Býráð við umbøn um at fáa ávíst eitt øki til endamálið. Kommunan hevur víst teimum vælvild og víst á økið í Húsahaga, har tyrvingarplássið er. Kommunan er í ferð við at leita eftir nýggjum tyrvingarplássi, og tí skal plássið í Húsahaga niðurleggjast.

- Hetta hóskar væl til ætlanir okkara, tí á tann hátt er ein partur av økinum, sum so at siga kann takast í nýtslu beinanvegin, tí økið er slætt og partvís planerað, sigur Heini á Borg.

Umsóknin til økið liggur í løtuni í Jarðarráðnum, og um hon verður liðugt viðgjørd einaferð í vár, so væntar Heini á Borg, at fyrsti partur av verkætlanini kann takast í nýtslu longu í summar ella í heyst.

Í fyrstu syftu er ætlanin hjá teimum báðum, at økið skal nýtast sum »grulvigarður« hjá teimum, ið eru í ferð við koyrifrálæruna. Tá verður hugsað um eitt øki, har nýggju bilførararnir kunnu venja seg at koyra undir tryggum umstøðum, áðrenn farið verður í veruligu ferðsluna.

- Síðani hava vit hugsað okkum at gera ein part av økinum til hálkubreyt, har øll kunnu koma at fáa frálæru í hálkukoyring, bæði vanligir persónbilaførarar eins og lastbila- og bussførarar, sigur Heini á Borg.

Teir ætla eisini, at breytin skal nýtast til aðrar ferðsluvenjingar â?? bæði venjingar við ymsum støðum, sum kunnu standast í ferðsluni, eins og vendi-, bremsi- og steðgivenjingar.

- Her kundi eisini ungdómurin sloppið framat við motorítrótti undir skipaðum um støðum, vísir Heini á Borg á. Hann heldur, at tað hevði havt stóran týdning fyri ferðslutrygdina, um tey ungu kundu sloppið á eitt tílíkt trygt øki at sæð og upplivað, hvussu bilurin uppførir seg undir ymsum pressaðum umstøðum.

- Tey kundu t. d. sloppið at upplivað, hvussu tað er at missa tamarhaldið á bilinum, og lært, hvussu tú aftur kanst vinna tamarhaldið. Tey kundu eisini sloppið at upplivað munin ímillum, hvussu ein bilur uppførir seg, tá hann er fullur av fólki, og tá hann er tómur, sigur Heini á Borg.

Teir báðir stigtakararnir ætla eisini, at undirvísingarhøli skulu vera á økinum â?? og hava eisini ítøkiligar ætlanir um at útbyggja verkætlanina til eisini at fevna um próvtøku til gaffiltrukk, krana o. s. fr.