Hált í støðum kring landið

Landsverk ávarar um hálku í støðum

Landsverk sigur á heimasíðuni, at í morgun er so mikið kalt í støðum, at tað kann roknast við hálku. Tað er hált á Norðradalsskarði, á Gjáarskarði og í Klaksvík. 

 

Danska veðurstovan DMI sigur annars um veðrið í dag, at vindurin minkar fyrrapartin til til gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norði, 5 - 10 m/s, og seinni minkar vindurin aftur. Skiftandi skýloft og hitin millum 5 og 8 stig. 

 

Í nátt verður turt og annars klárt. Hitin millum 2 stig og frostmarkið.