Í hølunum á USA og lívinum

Hvat fært tú, um tú blandar átjan stjørnurithøvundar, ein væl upplagdan korrespondent og USA? Svarið er nýggja bókin hjá Martin Krasnik, Min amerikanske drøm. Ein samfelagslýsing av USA við eini sterkari eksistentiellari dimensjón, sum snýr seg um alt frá politikki, bókmentum og sex til religión, sjúku og deyða.



Ummæli 

 

Eg havi grundað nógv á, júst hvat tað er við nýggju bókini hjá Martin Krasnik, sum er so bergtakandi. Danski USA-korrespondenturin, hvørs journalistisku dygdir hava verið sjónligar í Weekendavísini í mong ár, og sum nú hevur givið út sína næstu bók út við heitinum Min amerikanske drøm – på jagt efter stjernerne.

Í trý ár hevur Krasnik jagstrað créme de la créme í amerikanska bókmentaheiminum, og hóast bókin er býtt sundur í átjan samrøður, sum hava verið prentaðar í Weekendavísini, megnar høvundurin í nýggju bókini at gera eina samanhangandi frásøgn um alt frá politikki, valdi og bókmentum til sex, religión, sjúku og deyða.

Aðalevnini eru við øðrum orðum eins samansett og tað samfelag, Krasnik eygleiðir. Men snúningsdepilin er hugmyndin um tann amerikanska dreymin; hvat tað merkir at vera amerikanari í dag; og hvørjar mentanarligar rembingar fara ígjøgnum “The Land of Freedom” í hesum tíðum – ikki minst í ljósinum av amerikanska forsetavalinum og semireligiøsa ovursinninum kring komandi forsetan Barack Obama.


Millum bleiktrandi stjørnurnar á amerikanska stjørnuhimmalinum, Krasnik hevur samrøðu við, eru feministiska drotningin Erica Jong, islam-kritikkarin Salman Rushdie, uttanríkispolitisku serfrøðingarnir Francis Fukuyama og Robert Kagan, ateistisku bestseljararnir Sam Harris og Christopher Hitchens, skaldsøgurithøvundarnir Joan Didion og Philip Roth og provokerandi samfelagsviðmerkjararnir Ann Coulter og Arianna Huffington – tann fyrra er neokonservativa svarið uppá Michael Moore, og tann seinna er redaktørur á størstu amerikansku internetavísini, The Huffington Post.

Krasnik ferðast støðugt millum tað samfelagsliga og tað individuella, tað politiska og tað eksistentiella. Bókin er eitt portrett av USA, men hon er eins nógv eitt portrett av teimum persónum, Krasnik samtalar við, eins og hon er eitt portrett av høvundanum sjálvum. Og Krasnik tvingar tey allar flestu til at svara teimum mest persónligu spurningunum: Ert tú bangin fyri at doyggja? Ert tú religiøs/ur? Ert tú nøgd/ur við títt lív? Hvat kundi tú hugsað tær øðrvísi? Hvør er tín innasti longsul?


Eitt fyribils svar uppá spurningin um, hví ein flýgur ígjøgnum bókina og næstan harmast um, at hendingaríka ferðin longu eru liðug á síðu 271, er, at Krasnik hevur frálík evni til at nýta seg sjálvan aktivt og er ikki bangin fyri at leggja seg skerflatan fyri lesaranum, bæði í teimum átjan samrøðunum við nøkur av heimsins mest gávuríku menniskjum, sum borðreiða við eini perlurøð av lívsvísdómi, men ikki minst við egnum hugleiðingum um seg sjálvan og sínar skuggasíður: Tann óstýriligi tostin eftir tí mótsatta kyninum. Ótroyttiliga rastloysið, sum endaði við eini depressión og viðgerð. Deyðsóttin, sum hevur verið ein gerandisligur fylgisveinur, síðani Krasnik sum 25 ára gamal fekk staðfest krabbamein í arminum og fekk at vita, at hann fór at missa armin og helst eisini lívið. Ambivalentu viðurskiftini við pápan, sum hann elskar yvir alt, men sum hann er so grundleggjandi ósamdur við. Og fløkta forholdið til jødiska samleikan.

Hetta skapar ein djúpan intimitet millum lesara og høvund, sum er eyðkendur av einum brúsandi lívshugi, bláoygdum forvitni og trongdini eftir at sleppa at uppliva ALT, sum hesin heimurin hevur at bjóða. Ein kapprenning við lívsins tímaglas og ein kvøl, tá hetta fjarar skjótari, enn vit brýggja okkum um.


Tað er týðiligt, at Krasnik hevur givið út bókina í ljósinum av amerikanska forsetavalinum, og sjálvur fær hann gásahold av talunum hjá komandi forsetanum Barack Obama. Sambært høvundanum hevur hesin maðurin úr Indonesia, Kenja, Hawaii, Chicago – ella hvaðani hann nú er ættaður – megnað at pístra nýtt lív í hugmyndina um tann amerikanska dreymin. Dreymurin um ein felagsskap, sum transenderar tað fjølbroytnið og teir mótsetningar, sum eyðkennia amerikanska samfelagið. Dreymurin um, at øll menniskju skulu hava ein møguleika. Og sambært Krasnik er USA einasta landið í vesturheiminum, sum er búgvið til at útnevna ein persón frá einum etniskum minniluta til landsins hægsta embæti.


Um trívast skal í onkrar atfinningar, er til dømis ilt at skilja, hvussu ein bók um USA, sum eisini strembar eftir at hava eitt søguligt baksýni, hevur so avmarkað fokus á kristindómin og tann leiklut, hann hevur í amerikanskari søgu og ikki minst samtíð, líka frá teimum fyrstu amerikansku búsetingunum, sum flýddu undan blóðigari religiónsforfylging í Evropa og gjørdu trúarfrælsið til landsins mest heilagu meginreglu, til “the Christian Right” rørsluna, sum hevur havt so ómetaligt vald í republikanska flokkinum síðani Reagan og áttatiárini. Einasta undantakið er samrøðan við tann intellektuella katólska prestin George Weigel, meðan tvey kapittul eru sett av til ateistiskan religiónskritikk við Sam Harris og Christopher Hitchens. Um hugsað verður um, hvussu ómetaligan týdning átrúnaður hevur í USA, og hvussu syndarliga fáir amerikanarar kalla seg gudloysingar, endurspeglar hendan raðfestingin ikki USA.

Og hetta hongur saman við atfinning nummar tvey, sum er, at Martin Krasnik næstan ikki fer út um sekulariseraðu og liberalu háborgina New York. Flestu persónarnir í bókini eru børn av hesum býi, sum møguliga er tann mest evropeiski í øllum USA, og tí er talan ikki um eitt serliga umboðandi persónsgallarí.

Men tað veit Krasnik væl av og skal vera so ríkiliga fyrigivin, tí Min amerikanske drøm er ein orkurík uppliving og kann viðmælast øllum, sum hava áhuga fyri... Ja, fyri lívinum.


Mynd/kollaga: Jong, Rushdie, Krasnik

Islam-kritikkarin Salman Rushdie og feministurin Erica Jong eru tveir av teimum átjan rithøvundunum í nýggju bókini hjá danska USA-korrespondentinum Martin Krasnik. Ein samfelagslýsing av USA við eini sterkari persónligari dimensjón.