Hálvársúrslit á 125 mió krónur í Føroya Banka

Nevndin í Føroya Banka góðkendi á fundi mánadagin hálvársroknskapin fyri fyrra hálvár 1998.

Bankin hevði fyrra hálvár 1998 eitt yvirskot áðrenn skatt á 124,7 mió krónur móti 128,7 mió kr sama tíðarskeið í fjør, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka.

Í frágreiðing frá bankanum sigur forstjórin, at úrslitið í stóran mun er ávirkað av, at bankin fyrra hálvár netto hgevur afturført burturleggingar fyri 47,4 mió kr. Á áður avskrivað krøv eru inngoldnar 15,9 mió kr og yvir raksturin eru avskrivaðar 0.3 mió kr fyri skuldarar. Avskrivingar og burturleggingar fyri skuldarar hækka sostatt úrslitið fyrra hálvár 1998 við 63,0 mió kr móti 65,4 mió kr í fjør.


Hækkandi rentuinntøkur

Framgongdin í fiskivinnuni seinastu árini sæst aftur í bankanum sum eitt stórt og vaksandi gjaldføri. Gjaldførið er umleið 1,8 mia kr og verður hetta plaserað á peninga- og lánsbrævamarknaðinum til eina sera lága rentu. Hóast hetta hevur Føroya Banki verið førur fyri at økja netto rentuinntøkurnar við 2,2% til 112,8 mió kr. Virðisbrøv bankans hava givið ein kursvinning á 3,7 mió kr móti 4,2 mió fyrra hálvár í fjør.


Lítil hækking í útreiðslunum

Bankans útreiðslur ti starvsfólk og umsiting eru fyrra hálvár 1998 hækkaðar við 1,8% til 50,7 mió kr. Aðrar útreiðslur, herundir vanligar avskrivingar yvir raksturin, eru hækkaðar frá 9,2 mió kr í fjør til 12,1 mió kr fyrra hálvár 1998.


Trygd

Føroya Banki eigur gjøgnum dótturfelagið, P/F FB Holding, 82,4% av partapeninginum í tryggingarfelagnum P/F Trygd. Eftir at einarætturin til sølu av tryggingum varð tikin av, fór P/F Trygd tann 1. februar 1998 aftur undir gamla virksemi sum skaðatryggingarfelag. Ein týðandi partur av felagsins byrjunarútreiðslum hava merkt raksturin í Føroya banka samtakinum fyrra hálvár 1998. Trygd hevur annars havt eina góða byrjan, sigur forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen.


Størri inn- og útlán

Innlán bankans vóru 3,2 mia kr tá fyrra hálvár 1998 var liðið móti 3.0 mia kr somu tíð í fjør. Í sama tíðarskeiði eru bókaðu útlán bankans hækkað úr 2,0 mia kr til 2,3 mia krónur. Samlaði fíggjarjavnin var 4,4 mia kr 30 juni 1998 móti 4,0 mia kr somu tíð í fjør.


Partapeningur bankans

Á ársaðalfundi í Føroya Banka í apríl 1998 var samtykt at gjalda út 150 mió kr av eginpeninginum til partaeigararnar. Útgjaldið, sum verður gjørt tann 20. august 1998, verður fíggjað við at partapeningur bankans verður niðurskrivaður við 75 mió krónum frá 175 mió kr til 100 mió krónur, og við at 75 mió kr verða fluttar av tiltakspeningi bankans. Um óskattaða úrslitið fyrra hálvár 1998 verður íroknað, er bankans eginpeningur eftir hetta 953 mió kr.

Í sambandi við niðurskriving av partapeninginum verður støddin á bankans partabrøvum broytt til 100 krónur. Partapeningurin á 100 mió krónur verður eftir hetta býtur millum eina mió partabrøv á 100 krónur. Av hesum eigur Fíggingargrunnurin frá 1992 meira enn 99%, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í kunningarskrivi.