Hálva viðgerðin á Heilbrigdi

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
-------
Tað eru í hesum døgum 25 ár liði8n síðan viðgerðarheimið Helbrigdið lat upp á Velbastað. 25 ár eru farin aftur við og eini 1700 hava fingið hjálp av teimum um 4000, sum hava verið í viðgerð. Hetta eru tøl, sum leiðarin á Heilbrigdið, Árni Rein, legði á borðið í morgunsendingini í útvarpinum hósmorgunin.
Eg eri ein av teimum 1700. Eg fór í viðgerð á Heilbrigdið ein mánamorgun fyri 20 árum síðani. Dagurin var 26. august 1991. Eg varð útskrivaður aftur 13. september og tað hevur ikki verið neyðugt at drukkið síðani. Trý ár frammanundan í januar 1988 var eg eitt lítið rend inni á viðgerðarstovninum. Tá ið eg vaknaði og fann fram til hvar eg var staddur, ringdi eg beint eftir einum taxa, mín løta var ikki komin enn. Tað fór kalt niður eftir rygginum næstu árini, bara eg hoyrdi Velbastað verða nevnt í útvarpinum, so stór var skommin, at eg skuldi vera endaður har.
Í hesum 17 døgunum eg var í viðgerð aðru ferð vóru 22 onnur . Av hesum 22 eru átta deyð av alkoholismu. At teimum 14 sum vóru inni , tann fyrsta dagin tá ið eg kom ristandi á Heilbrigdið tann 26. august eru seks deyð í dag og legg merki til, av alkoholismu. Av teimum, sum eru á lívi eru tey flestu edrú, onkur eftir eina viðgerð og onnur eftir fleiri og onkur eftir 18 viðgerðir á Heilbrigdi og aðrar staðir. Av teimum sum enn drekka, liva øll eitt djúpt óeydnusamt lív í størstu sálarligu armóð.
Hetta eru turru tølini úr tveimum mánaðum úr søguni hjá Heilbrigdi.
Hálva viðgerðin
Tað eru nógvir alkoholikarar og rúsevnismisnýtarar, sum hava fingið hjálp á Heilbrigdi, ongin ivi um tað. Og viðgerðin er bara hálv, tí fyri hvønn einasta alkoholikara eru fleiri avvarðandi, sum eru eins illa fyri kensluliga og hesi fáa onga hjálp. Tað hava verið gjørdar onkrar smávegis royndir at hjálpa teimum avvarðandi í hesi 25 árini, men høvuðsfokus hevur altíð verið á alkoholikarar og tí ber til at siga, at tann fíggjarliga orkan samfelagið brúkar upp á at temja misnýtslu ikki kemur til sín rætt, ella ikki er nóg effektiv.
Og tað er ikki ilt at ímynda sær, at lekingarprosentini høvdu verið hægri hjá alkoholikaranum, um familjan eisini fekk tilboð um hjálp. Fleiri dømi eru um familjur, sum upploysast tí at alkoholikarin verður edrúur og familjan ikki fær hjálp til at koma víðari. Alkoholikarin flytir seg og familjan stendur í stað.
Vit tosa slett ikki um stórar upphæddir. Tað er munandi bíligari at veita familjuni hjálp, enn at hava ein alkoholikara í viðgerð og ein samlað viðgerð av báðum pørtum vildi givið heilt onnur úrslit fyri samfelagið.
Tilboðið um hjálp til familjurnar nýtist ikki neyðvendigvís at vera eftir at ein alkoholikari er farin í viðgerð. Um familjan fær hjálp, kann hetta eisini føra við sær at ein alkoholikari fer í viðgerð ella má úr familjuni. Børn hava ikki uppiborið at vaksa upp í einum alkoholiskum heimi.
Luksusumstøður
Alkoholikarar og rúsevnismisnýtarar í Føroyum hava sera góðar umstøður samanborið við onnur lond. Í Føroyum rindar samfelagið fyri teirra viðgerð og arbeiðspláss hava í dag ein orðaðan rúsdrekkapolitikk, og ein alkoholikari fær veruliga møguleikan at gera nakað við trupulleikan. Eitt nú í Danmark skulu fólk sjálvi rinda fyri viðgerðina og vit tosa um nógvar tíggjutalstúsund krónur. Tað er ikki óvanligt í Danmark at taka lán til eina viðgerð.
Almennu Føroyar høvdu fingið munandi meira burtur úr teimum pengum, sum longu verða játtaðir, um tey avvarðandi eisini vóru tikin við og í álvara
Rímiligt er, at vinningurin av tí rúsdrekka, sum selt verður í Føroyum rindar fyri viðgerð av teimum 10 prosentunum av fólki, sum drekka og sum fyrr ella seinni menna sjúkuna alkoholismu. Tað er framvegis orðaskifti um talan er um eina sjúku, hóast heilsustovnurin hjá ST, WHO hevur flokkað alkoholismu sum sjúku. Og hinvegin eru øll samd um, at um alkoholisma er sjúka ella ikki, tá førir hon nógva sjúku við sær.
Eldsálir
Eg havi stóra virðing fyri arbeiðinum á Heilbrigdi og eisini tað arbeiðið sum verður gjørt av Blákross. Tey arbeiða undir trongum fíggjarligum umstøðum og gera eitt megnar arbeiði. Eg havi eisini stóra virðing fyri teimum eldsálum, sum hava gjørt hetta møguligt.
Á Heilbrigi sleppa vit ikki uttan um Inga Mohr,sála, sum sloppin undan klónum alkoholismunnar, ikki undir nøkrum umstøðum vildi bøla á hesi bjarging fyri seg sjálvan, men vildi hava hana út til onnur. Og at avhaldsfólk sum Nanna Skaale og Jákup Lindenskov tóku lógvatak saman við honum og stovnsettu Heilbrigdið, er einki minni enn eitt bragd og eitt rørandi dømi um næstakærleika. Vit eru í takksemis skuld til hesar pionerar.
Tá ið eg kom inn á Helbrigdið tann 26. august 1991 var tað skomm at vera alkoholikari. Tað var stór skomm at snakka um alkoholismu um hon væl at merkja ikki viðvíkti øðrum. Samfelagið bað alkoholikarar taka seg saman, hóast tað var tað einasta hann ikki kundi. Meðan ongin endi var á samkenslu frá samfelagsins síðu móti fólki, sum royktu, ótu ella arbeiddu seg í sjúkrasongina ella í hel, fall einans almindilig forakt alkoholikaranum í lut.
Í dag er øðrvísi. Nú er ikki skomm at viðganga at ein er alkoholikari, at ein er maktarleysur mótvegis alkoholi. Í dag er ikki skomm at fara á Velbastað ella í Lynggøtu har Blákrossheimið liggur. Í dag taka arbeiðspláss alkoholismuna fyri fult og samfelagið er við at góðtaka, at tú eisini kann líða av alkoholismu, sum av øllum møguligum øðrum sjúkum. Tað er ikki skomm at snakka um alkoholismu í dag, eisini um hon viðvíkur tær sjálvum.
Nú vantar bara, at samfelagið eisini fer at síggja tørvin hjá teimum avvarðandi og tað verður neppa ein trupulleiki, nú Miðflokkurin endiliga aftur varar av hesum málsøki innan heilsumál.
Og meðan eldsálir enn arbeiða fyri alkoholikarum í Føroyum, krossa vit fingrar og bíða eftir, at avvarðandi eisini sleppa upp í part og vit ynskja okkum sjálvum tillukku við Heilbrigdi.