Hálvfinalan sat í beinunum hjá skálamonnum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Pætur Dam Jacobsen ásannar, at teir vóru moyrir í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist at stríða seg til ein góðan javnleik

Fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið farna hóskvøld ímóti Víkingi á Skála sat í beinunum hjá skálamonnum í seinna hálvleiki í dystinum í Gundadali í dag, men kortini eydnaðist tað nøkrum moyrum skálamonnum at stríða seg til ein góðan javnleik ímóti verandi føroyameistarunum, B36.

 

Fyri Pætur Dam Jacobsen hevur tað ikki so stóran týdning um stigini koma ímóti B36, men heldur, at stig koma á kontuna hjá Skála. Men dystirnir ímóti B36 prógva so, at Skála kann standa seg ímóti øllum liðum.

 

Útgangsstøðið hjá Skála var at møta B36 høgt uppi á vøllinum, og tað eydnaðist væl í fyrra hálvleiki. Liðskiparin hjá Skála ásannar tó, at B36 var betri í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Skála at skora, tá ágangurin ímóti málinum hjá Skála var uppá tað mesta.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Pætur Dam Jacobsen á Rás2 aftaná dystin.