Hálvt maraton í nógvum vindi

Seinnapartin leygardagin gjøgnumførdu 26 rennarar FM-kappingina á hálva maratonteininum. Hallur Holm, Rigmor N. Arge og Sámal H. Debes gjørdust føroyameistarar

Frælsur ítróttur

Tilsaman 28 rennarar løgdu út á teininum, ið gekk frá Bursatanga út á tyrlupallin við Strond og aftur heim í býin, har teir runnu rundan um Café Natúr og síðani hildu útaftur við Strond.
Tá avtornaði gjøgnumførdu 26 av rennarunum, hóast umstøðurnar als ikki vóru so góðar, sum bæði fyrireikarar og rennarar høvdu vónað. Fleiri av rennarunum runnu eisini teir stívliga 21 kilometrarnar fyri fyrstu ferð!
Veðrið seinnapartin leygardagin var ikki av besta veðri til renning, tí nógvur vindur var, umframt at tað var heldur kalt í veðrinum. Serliga frá Skansanum og út á tyrlupallin var nógvur mótvindur.
Sum vant var kappingin skipað í einum, men við fleiri undirbólkum. Fyrst vóru menn og kvinnur fyri seg, tá úrslitini skuldu gerast upp, og haraftrat vórðu so eisini veteranarnir roknaðir fyri seg í endaliga úrslitinum.
Hetta eru tey, ið eru oman fyri 45 ára aldur, og hesa ferð vóru bara mannfólk við sum veteranar. Og teir vóru níggju í tali av teimum 23 mannfólkunum tilsamans.

Lítið motiverandi
Vinnari í kappingini hjá monnum var Hallur Holm úr Havn, sum hevði ein tíma, 18 minuttir og 58 sekund um teinin. Hann hevur ikki tapt eina føroyska kapping í áravís:
? Eg royndi bara at vinna, so tíðina legði eg einki í. Vindurin var ov nógvur til, at tú kanst brúka tíðina til tað stóra, so eg royndi bara at halda meg framman fyri Sigurd Justinussen, greiddi Hallur frá, tá hann var komin fyrstur á mál.
? Tað var eisini sera kalt, so yvirhøvur kendi eg tað ikki serliga motiverandi at renna í dag. Men skal eg siga nakað um tíðina, so er hon í øllum førum á góðari leið, nú tveir mánaðir eru eftir til oyggjaleikirnar.
Á Guernsey skal Hallur renna hálvt maraton, og tá kunnu ið hvussu er væntast aðrar umstøður enn tær, sum vóru í Havn leygardagin.
? Áðrenn vit fara avstað, ætli eg mær so at renna fimm kilometrar á Norðoyastevnu og tíggju kilometrar á Eystanstevnu. Tá skuldi ligið betur fyri at fingið testað formin ordiliga, tí væntandi verður veðrið heldur betri, sigur Hallur Holm.
Undir venjing rennur hann annan hvønn sunnudag 25 kilometrar, men annars liggur venjingarteinurin ofta millum 16 og 20 kilometrar.
? At renna tjúgu kilometrar er ikki so nógv, men tá teir skulu rennast skjótt, er tað nakað annað, sigur nýggi føroyameistarin í hálvum maraton.

Kendist væl
Okkara fremsta kvinna innan renningina er í dag Rigmor N. Arge, og leygardagin vann hon FM-kappingina í hálvum maraton hjá kvinnum annað árið á rað.
Í fjør var hon einsamøll kvinna við í kappingini, men hesa ferð vóru tær tríggjar tilsamans, og allar gjøgnumførdu.
? Hetta vóru ikki tær bestu umstøðurnar, men eg var nøgd við úrslitið kortini. Tað er altíð hugaligt at vinna. Men tað var tungt at skula renna teinin yviri við Strond heilar fimm ferðir í nógvum mótvindi, sigur Rigmor.
? Tá sovorðið veður er, so vinnur tú heldur einki innaftur í undanvindinum heimaftur. Tú noyðist at geva meira, tá tað er ímóti, enn tú fært við vindinum undan.
Rigmor N. Arge sigur, at hon undan kappingini hevði ætlað at fingið eina góða tíð, so henda kappingini kundi vera eitt slag av einum barometri, nú oyggjaleikirnir nærkast. Men tá avtornaði, kundi tíðin ikki brúkast til nakað sum helst.
? Tó vil eg siga, at um eg hyggi at tíðini hjá mær og Halli, og beri tær báðar tíðirnar saman, so eri eg allíkavæl nøgd, sigur hon.
? Hesar umstøðurnar vænti eg mær heldur ikki á Guernsey. Har verður neyvan sovorðin vindur, men kanska í staðin hiti at dragast við.
Rigmor sigur, at hesar næstu tveir mánaðirnar fer hon til tær kappingarnar, sum eru, og annars fer hon at leggja dent á »kvalitetsvenjing«, so hon skal kunna fáa sum mest burturúr á oyggjaleikunum, har hon eisini skal renna hálva martonteinin.

Bæði gull og bronsu
Havnarmaðurin Sámal H. Debes, sum býr niðri, var leygardagin við í FM-kappingini í hálvum maraton triðja árið á rað. Hann er 51 ára gamal og hevur runnið regluliga síðani 1986.
Ikki kann sigast annað, enn at hann fekk upp í bæði posa og sekk, tí umframt at vinna bronsu í FM-kappingini hjá monnum, gjørdist hann eisini fremstur av veteranunum og fekk gull har. Tíðin var ein tími, 26 minuttir og 44 sekund.
? Sjálvandi eri eg øgiliga væl nøgdur. Tað er altíð stuttligt at fáa gull og at verða nummar eitt. Í fjør, tá kappingin ikki var skipað við einum veteranbólki eisini, fekk eg silvur, sigur Sámal og leggur flennandi aftrat:
? Men at fáa bronsuna í samanløgdu manskappingini er sanniliga eisini stuttligt. Ikki minst, tí eg bukaði so nógvar av teimum yngru rennarunum av.
Hvørt ár leggur hann sær frítíðina soleiðis til rættis, at hann hevur frí um várið og um heystið, og honum dámar sera væl at koma heim til Føroya at vera við í kappingum.
? Eg renni nógv niðri eisini, men tað er nógv hugnaligari at vera við her. Tá tú rennur niðri, kennir tú ongan, men her kenni eg alt fólkið, sum eg renni saman við, sigur hann.
Kappingin leygardagin var seinnapartin, so tí hevði Sámal hitað upp fyrrapartin við einum sjey kilometra rennitúri.
? Tá vit renna so seint á degnum, sum vit gjørdu hesa ferð, noyðist eg at hita eitt sindur upp fyrr um dagin. Við køldum beinum eri eg ikki so nógv verdur, sigur gull- og bronsuvinnarin.



FM-kapping í hálvum maraton

Tórshavn, leygardagin 3. mai 2003

Menn
1.Hallur Holm1967Bragdið1.18,58
2.Sigurð B. Justinussen1967Bragdið1.19,20
3.Sámal H. Debes1952Bragdið1.26,44Vet 1
4.Sam Vang1970Bragdið1.27,59
5.Hjalti Gunnarstein1961Bragdið1.28,22
6.Henrik Kølleskov1965Bragdið1.29,52
7.Regin I. Jakobsen1966Bragdið1.30,09
8.Jónsvein Herup Olsen1958Bragdið1.30,49
9.Suni Jacobsen1967Bragdið1.32,46
10.Jákup Zachariassen1978Tórshavn1.32,50
11.Trygvi Hansen1966Tórshavn1.35,35
12.Rókur í Jakupstovu1971Roysnið1.36,50
13.Djóni Ziska1965Bragdið1.37,48
14.Henning C. Poulsen1951Bragdið1.38,52Vet 2
15.Robert Vilhelmsen1951Bragdið1.39,23Vet 3
16.Ólavur Herup Olsen1943Bragdið1.39,57Vet 4
17.Evald Rasmussen1956Bragdið1.42,22Vet 5
18.Martin Heinesen1953Roysnið1.46,38Vet 6
19.Ib Hjerning Skoubo1961MÍF1.53,12
20.Holger Arnsbjerg1951Tórshavn1.56,55Vet 7
21.Mikkjal Helmsdal1964Tórshavn2.10,15
22.Regin Jóanesarson1954Vestmanna2.16,17Vet 8
23.Hans Birgir Hansen1949Tórshavn2.16,29Vet 9

Kvinnur
1.Rigmor N. Arge1969Bragdið1.30,26
2.Óluva Zachariassen1965Bragdið1.55,32
3.Gyða Skaale Johannesen1981Tórshavn2.15,37