Á Kiosk Activ í Havn siga tey, at tey júst hava fingið fráboðan um, at ein kundi, sum hevur spælt hjá teimum, hevði 12 røtt á kuponini herfyri, og lønin fyri ómakin er 500.000 krónur.
Tann 8. november var føroyski spælarin einsamallur um at raka 12 røtt, og tað gav honum høvuðsvinningin.
Tips12 er hvønn sunnudag, og bæði í teirru puljuni og í puljuni til 13 dystir er jackpot komandi vikuskiftið, tá eingin tippari hevði allar dystirnar rættar seinasta vikuskiftið.