Ferðsla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nú er tíðin komin har asfaltdustið aftur leggur seg og píkarnir ikki longur verða skotnir í eyst og vest. Frá 1. mai var ikki longur loyvt at koyra við píkadekkum, og tað eru tað helst fleiri, ið fegnast um, hóast vit enn kunnu fáa eitt følv av kava.
Sosialurin hevur spurt, hvat hendur, um tú verður tikin, og hevur gloymt ella »gloymt« at skifta píkadekkini út.
- Tað, sum hendur er at tú fært eina bót á nakrar hundrað krónur. Men skiftir tú ikki dekkini kann tú fáa upp til fleiri bøtur, heilt inntil tú finnur útav at skifta dekkini út, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Vakthavandi greiðir eisini frá, at løgreglan, tá komið er nakrar dagar inn í mai mánað, vanliga fer út at kanna støðuna við píkadekkum og øðrum í sokallaðum §13 kanningum, og at tað helst ikki verður nakað øðrvísi í ár.
Bert einstakur undanstøkkingur við píkum
Sosialurin var í gjár úti í høvuðsstaðnum og kannaði støðuna við píkadekkum. Vit kannaðu í alt 369 bilar, ið stóðu parkeraðir kring SMS og á Skálatrøð seinnapartin í gjár.
Niðurstøðan fær valla verið greiðari. Av teimum 369 bilunum, ið vit hugdu eftir, høvdu bert tríggir bilar enn píkadekk við píkum í undir bilinum. Av teimum trimum hevði eini bilurin staðið í longri tíð og hevur mist pláturnar, so hann kann valla teljast við.
Sostatt eru tað bert tveir av teimum 369 bilinum, ið enn stóðu á píkadekkum, svarandi til 0,54 prosent av bilunum. Hetta má sigast at vera sera lítið.
Havast skal tó í huga, at hetta er ein kvantitativ kanning, ið ikki neyðturviliga vísur støðuna um alt landið, men bert í høvuðsstaðnum henda seinnapartin.