Hús og íbúðir

Tey eru mong, sum sóknast eftir bústað í Havnar Kommunu.

Tey eru eisini mong, sum fara at hava bústað í høvuðsstaðnum fyri neyðini. Men tey eru ikki heilt fá, sum aftra seg við at gera ta íløguna, sum eini sethús í Havn eru, tí hon kann binda tey á hendur og føtur.

Summi eru ikki til reiðar at taka íløguna upp á seg enn. Tey vilja umhugsa støðuna nøkur ár aftrat. Onnur hava ongar tankar um at gera íløguna yvirhøvur. Tey vilja leggja størri dent á onnur virði í hesum lívinum enn akkurát eini sethús.

Tosið um alternativa íbúðarbygging stingur seg upp av og á, men vanliga slær fólk seg til tols við, at føroyingurin vil hava síni egnu hús, og at húsini eru hansara lívsíløga.

Hetta heldur ikki longur, og tí er neyðugt at fáa gongd á aðrar íbúðarformar. Gongdin tann vegin hevur verið at hóma leingi.

Ymsir sambyggingarhættir hava verið royndir, og longu fyri 50 árum síðani varð farið undir at byggja raðhús í Havnini. Hesin byggingarhátturin tryggjaði óivað teimum, sum keyptu sær reyð raðhús við J. Paturssonargøtu, eina lagaligari íløgu enn teimum, sum bygdu stakhús.

Í dag setir tann vanligi fólkavøksturin og tann stóra flytingin til Havnar aftur stór krøv til grundstykkir. Kostnaðurin at fáa sær eitt grundstykki og síðani at byggja sær eini hús á tað, er so stórur, at nógv, sum taka hetta upp á seg, kenna seg sperd. Tað er ongin ynskilig støða.

Sjálvandi skal kommunan so væl, sum hon kann, útvega nýggj grundstykkir til sethús. Men hon hevur eisini skyldu til at umhugsa og viðgera aðrar møguleikar.

Tí er tað hugaligt, at rættilig ferð er komin á tjakið um at byggja stór hús við íbúðum av ymsari stødd til fólk at leiga. Í Tórshavnar Kommunu verður arbeitt við einum tveimum modellum.

Annað er at byggja einar 60 leiguíbúðir í triðja byggistigi á Berjabrekku, og hitt er at byggja lutaíbúðir (andeilsíbúðir) á eini trøð við Dalavegin. Leiguíbúðirnar skula bara kosta leigu. Lutaíbúðirnar skalt tú seta nakað av pengum í, men so hevur tú eisini ávís rættindi, til tú letur lutin frá tær aftur.

Fáast hesar ætlanir í lag við kommununi og øðrum sum bylgjubrótarum, verður bøtt munandi um bústaðartørv og bústaðarmynstur. Samstundis verður nakað av trýstinum tikið av grundstykkjatørvinum.

Íbúðirnar mugu sjálvsagt útvegast til ein slíkan kostnað, at tær eisini kunnu vera ein møguleiki hjá tilkomnum fólki, sum vilja sleppa úr ov stórum húsum, ið yngri fólk so kunnu yvirtaka.


Jógvan Arge

valevni tjóðveldisfloksins

til Tórshavnar Býráð