Í tinginum í gjár legði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinussen, fram frágreiðingina til aðalorðaskiftið um alternativa bústaðarbygging. Ein arbeiðsbólkur við embætisfólkum úr Familu- og Heilsumálaráðnum og Fíggjarmálarráðnum fór undir arbeiðið at orða eitt uppskot um alternativa bústaðarbygging í oktober mánaði 2002 , og í apríl mánaði í ár kom bólkurin á mál sínum arbeiði.
Frágreiðingin er rúgvumikil, og arbeiðsbólkurin er komin fram fleiri hugvekjandi niðurstøður. Ein teirra er, at Húslánsgrunnurin skal í framtíðini gerast nógv virknari fíggingarstovnur til bústaðarbygging.
Eftir orðaskiftið í tinginum í gjár at døma, so bendir nógv á, at júst hetta mál, sum um fer at elva til miklan orðadráttur í framtíðini.
Ótíðarhóskandi
Arbeiðsbólkurin sigur í frágreiðingini, at tíðin er farin frá upprunaligu endamálunum við Húsalánsgrunninum. Lógin um Húsalánsgrunnin hóskar ikki til bústaðartørvin í dag, og tí er neyðugt, at hon verður nútímansgjørd.
Bólkurin vísir á, at neyðugt er við einum almennum bústaðarpolitiskum amboðið, tí marknaðarkreftirnar megna ikki einsamallar at taka uppgávuna á seg. Mett verður, at peningastovnar taka ikki bústaðarpolitisk atlit í sambandi við bústaðarfígging, men ta fremsta uppgávan hjá privatu peningastovnunum er at skapa størst møguligan vinning
Bólkurin er tí sannførdur um, at besta bústaðarpolitiska amboðið hjá landsmyndugleikunum er ein endurskipaður Húsalánsgrunnur, ið verður skipaður við einum nýggjum lógar- og regluverki.
Trý tilmæli
Arbeiðsbólkurin vil kortini ikki leggja seg út í, hvussu endurskoðaði Húsalánsgrunnurin skal skipast, tí tað er ein politiskur spurningur. Kortini hevur bólkurin trý tilmæli. Bólkurin metir, at tað er nærliggjandi at kanna møguleikarnar fyri einum almennum partafelag, einum vinnurekandi grunni og einum landsstovni.
Ein møguleiki er at skipa Húsalánsgrunnin sum alment partafelag, eins og partafelagið Føroya Tele í 1997, har landið eigur allan partapeningin. Ein annar møguleiki er, at Húsalánsgrunnurin gert ein vinnurekandi grunnur. Verður Húsalánsgrunnurin skipaður sum ein vinnurekandi grunnur, játtar Løgtingið stovnsfæið, men eigur hereftir einki í grunninum.
Triðji møguleikin er landsstovnur, har Húsalánsgrunnurin árliga verður bæði á løgtingsfíggjarlógina og í landsroknskapin
Halda seg burtur
Framsøgmaðurin hjá Sambandsflokkinum undir aðalorðaskiftinum í gjár, Alfred Olsen, var helt lítið um, at tað almenna við einum endurskipaðum Húsalánsgrunnin fer upp í kappingina við peningastovnarnar at veita fígging til bústaðarbygging. Hann helt, at privatu peningarstovnarnir høvdu ovmikið av peningi at læna, og tískil kundi stórt spurnartekin setast við, um tað almenna skuldi upp í kappingina.
? Sambandsflokkurin vil vera við til at verandi privat áhugamál verða varðveitt, meðan tað almenna skal halda seg til at taka sær av teimum sjúku og veiku í samfelagnum, segði Alfred Olsen í tinginum
Hann legði dent á, at flokkurin ikki tók undir við, at Húsalánsgrunnurin verður politiskt stýringsamboð, ið skal stuðla alternativari bústaðarbygging. Fíggingin skal verða á einum fríðum marknaði, har privatu fíggingarstovnarnir framhaldandi kappast í fríari kapping, segði hann.
Ein kastibløka
Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum í bústaðarmálum, Jørgen Niclasen, helt fyri, at tíðin nú var búgvin til at geva Húsalánsgrunninum eitt veruligt tilverugrundarlag. Grunnurin hevði leingi verið ein politisk kastibløka, og nú mátti okkurt gerast. Framsøgumaður Fólkafloksins róð framundir, at Húsalánsgrunnurin átti at verið rikin á vinnuligum fortreytum, sum kappast við aðrar stovnar á jøvnum føti.
- Húsalánsgrunnurin átti at verið rikin sum eitt slag av banka, ið varð latið privatum at reka. Tað hevði havt við sær størri kapping, og harvið betraðar møguleikar. Ein møgulig søla av Húsalánsgrunninum kundi eisini verið við til at goldið nakað av skuldini hjá tí almenna, segði Jørgen Niclasen.
Hann tók undir við peningastovnunum, ið hava víst á í fjølmiðlunum, at teir meta, at eitt alment felag, ið fíggjar bústaðarbygging, er kappingaravlagandi hjá privatu vinnuni. Jørgen Niclasen greiddi frá, at tað var kappingavlagandi báðar vegir.
Húsalánsgrunnurin fór at verða betri fyri í kappingini mótvegis peningarstovnunum, tá talan var um alternativa bygging, men verri, tá talan var um vanliga sethúsabygging, tí grunninum var álagt serliga skyldur mótvegis alternativari bygging. Spurningurin kundi tí stórliga setast við, um ætlanin hjá landsstýrismanninum var røtt, vísti fólkaflokstingmaðurin á.
Væntandi svørsslag
Landsstýrismaðurin í bústaðarmálum, Bill Justinussen, segði í Útvarpi Føroya í gjár, at ein endurskoðaður Húsalánsgrunnur er eitt gott amboð til at veita lagari fígging til alternativa bygging, enn peningastovnarnir kunnu veita í dag.
Hann bar seg eitt sindur undan, tá hann varð spurdur um samgongan er samd um ætlanirnar at endurskipa Húsalánsgrunnin sum almennur fíggingarstovnur, og segði, at landsstýrið ikki hevði kjakast um smálutirnar í frágreiðing. Hann kendi kortini á sær, at hann stuðul til tey yvirskipaðu málini við frágreiðingini.
Bill Justínussen segði seg vænta, at lógarbroytingarnar við Húsalánsgrunninum verða lagdar fram tíðliga í hesi tingsetuni.
Eftir orðaskiftinum at døma, bendir nógv á, at tað verður ikki uttan eitt svørsslag við kanska serliga Fólkaflokkin at Húsalánsgrunnurin verður endurskipaður, sum mælt verður til í frágreiðingini. Tingmenn hjá Fólkaflokkinum góvu til kennar, at teir vóru alt annað enn fegnir um ætlanina við einum virknum almennum fíggingarstovni til bústaðarbygging