Húsið stóran týdning fyri føroyska og norðurlendska mentan og list

Vit hava hitt Helgu Hjørvar, stjóra á Norðrubryggjuni og fyrrverandi stjóra í Norðurlandahúsinum. Helga var sera virkin og nógv umhildin sum stjóri og hevði sera gott samband við føroyska mentanar- og listaumhvørvið. Spurd, hvønn týdning húsið hevur fyri føroyska og norðurlendska mentan og list í dag og í framtíðini, sigur Helga Hjørvar


Jóannes Dalsgaard

jd@sosialurin.fo


Húsið hevur í dag og fer eisini í framtíðini at hava sera stóran týdning sum arkitektoniskt meistaraverk, ið líkist burturúr øðrum bygningum í Norðurlondum. Hetta er galdandi so væl estetiskt og virkisliga ella funktionelt sum í mun til originalitet. Húsið ger gestin, sum stígur inn í hetta ljósa og vakra høli við stórfingna útsýninum yvir Havnina, púra bilsnan. Húsið hevur stóran týdning fyri allar Føroyar, tí tað myndar ein vakran karm um stórfingnar listarligar upplivingar – hetta kann eisini sigast at verða galdandi í norðurlendskum høpi. Hetta kemur eitt nú av, at húsið gevur føroyskum listafólkum høvi og møguleikar at virka og skapa list innan eins góðar karmar og listafólk hjá øðrum tjóðum. Listafólkini hava síðan í stóran mun møguleikar at sýna teirra list uttanlands undir eins góðum umstøðum. Hetta má hava týdning fyri føroyska list og fyri føroysk listafólk.

Hvussu upplivdi tú tíðina sum stjóri í húsinum og hvat metir tú sum serstakliga týdningarmikið tey árini, ið tú vart stjóri?

Hetta var ein glæsilig tíð. Nógv nýggj hugskot komu fram, hugflogið var stórt, nógvar nýggjar hugmyndir vóru uppi og kreativitetur og bjartskygni eyðkendu samfelagið. Tað var fyri meg ein stór uppliving at síggja tann áhuga, sum føroyingar høvdu fyri at uppliva nýggj áhugaverd tiltøk og framførslur innan sum uttanífrá. Eg hugsi her serstakliga um luttøkuna í Listastevnu Føroya. Listastevnan var jú mítt størsta initiativ. Men hetta var eisini galdandi fyri tað sera livandi tónlistalívið. Eg hugsi eitt nú um menningina av Føroya Symfoniorkestri, sum Húsið legði stóran dent á, nevniliga hetta at geva teimum ungu íblástur og at eggja teimum til at taka lut í tónlistalívinum bæði lokalt so væl sum í høvðustaðnum og ikki minst uttan fyri landoddarnar. Tað var ein ómetalig orka og skapanargleði, ið vórðu loyst úr bondum, hvørja ferð vit fóru undir Prix Føroyar og tað var ein merkisverd og ómetalig satsning frá øllum føroyskum fjølmiðlum. Tað var undanmaður mín, Peter Turtchaninoff, sum tók stigið til Prix Føroyar, men eg yvirtók tiltakið við gleði. Har vóru eisini onnur tiltøk: filmklubbin Klipp, tónlistaklubbin Orfeus, framsýningin Veiðimentan í Útnorði, sum ikki bert setti met í Norðurlandahúsinum, í Katuaq í Nuuk og í Hetlandi, men eisini her á Norðurbryggjuni. Vit sendu framsýningina kring Norðuratlantshavið umframt til Írlands og til Svøríkis. Men her var nógv nógv annað og meira: eg havi havt gleðina av at vísa nógvum mætum og ferðavandum útlendskum gestum Føroyar. Eg hugsi um eitt nú Kire Te Kanawa, Victoria Chaplin og Jean Baptiste Thierrées úr Ósjónliga Cirkus og Ian Anderson úr Jethro Tull fyri nú bert at nevna nøkur av teimum kendastu. Tað var ógloymandi aftur og aftur at síggja landið við gestsins eyga.

Hvørji mentunarøki fara at hava serstakan týdning fyri NLH í framtíðini?

Húsið er bygt sum konsert- og sjónleikarhøll og í hesum eru uniku møguleikar tess at geva áskoðaranum ómetaliga stórfingnar upplivingar.

Hvussu er samstarvið millum Bryggjuna og Norðurlandahúsið í Føroyum?  Vit hava gott samband og nakrar av okkara framsýningum hava eisini verið í Norðurlandahúsinum. Ein framsýning er partur av framtaki Húsins í Brussel. Vit hava áhuga í samstarvi og vit eru opin fyri samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum. 

At enda spyrja vit Helgu Hjørvar hvørja heilsan, hon hevur til húsið á 25 ára degnum, og hvørji ynski hon hevur fyri Húsið og fyri norðurlendska mentanarsamstarvið í framtíðini.

Vit bæði Úlfur vilja fegin bera fram eina kvøðu til Húsið og tess núverandi og fyrrverandi starvsfólk. Vit heilsa føroyskum listafólkum og áskoðarum húsins og ynskja øllum til lukku við teimum tjúgufimm árunum. Vit ynskja fyri Norðulandahúsið í Føroyum, at hildið verður fram við at vísa tað besta í føroyskari eins væl og útlendskari list. Vit her á Norðurbryggjuni síggja fram til framvegis at kunna bjóða danska almenninginum framúrskarandi føroyska list.