Fólk í Lopra mugu í hesum døgum lata sær lynda, at vegurin í bygdini mest líkist einum grótbroti. Orsøkin til hendan ruðuleika er, at menn júst eru í ferð við at leggja kaðal gjøgnum bygdina. Hesin kaðalin er partur av eini skipan, ið skal gera streymveitingina til Sumbiar meira støðuga.
Mangan hava sumbingar ligið í steymloysi, orsaka av at háspenningslinjan á fjøllunum er slitnað. Hesum eiga nú sumbingar at sleppa undan. Men tó er linjan millum Vág og Lopra enn ikki løgd undir jørð, so vandi er enn fyri, at streymurin fer, orsaka av at tann linjan slitnar.
SEV sigur, at eftir jólaódnina í 1988 hevur elfelagið gjørt nógvar ábøtur á linjurnar á fjøllunum, men felagið heldur tó, at tað besta er at leggja kaðalar. Tí, sum vit vita, so hevur stormur onga beinleiðis ávirkan á ein kaðal, ið liggur niðri í jørðini.
Fleiri fyrimunir
Samstundis sum hetta arbeiði skal tryggja sumbingum eina meira støðuga streymveiting, so er hetta eisini til fyrimuns fyri fólkið í Lopra. Lágspenningslinjurnar, ið hanga á elsteyrunum, verða eisini lagdar í vegin, og tískil sleppa Lopransfólk frá at síggja uppá hesar ljótu linjur, ið eins og háspenningslinjurnar ofta slitna um vetrarnar.
Tað eru fólk frá Sigurði Gudmundsson á Nesi í Vági, ið hava áttikið sær arbeiði, ið er eitt samstarv ímillum SEV og Føroya Tele. Orsøkin til, at Føroya Tele eisini er við í arbeiðinum er, at Føroya Tele sleppur at leggja telefonkaðal í somu grøv, sum SEV leggur sínar lág- og háspenningslinjur.
Allur lágspenningur undir jørð
SEV hevur ætlanir um, at fáa allar lágspenningslinjurnar í landinum lagdar undir jørð innan eitt ávíst tíðarskeið. Í Suðuroynni, eins og aðrastaðni í landinum, er ein partur av hesum arbeiði gjørt, men enn vanta nakrar bygdir í.
Í Sumba, Víkarbyrgi, Porkeri, Fámjin og Sandvík eru allar lágspenningslinjurnar lagdar undir jørð, men tó eru tey størru plássini í oynni enn eftir. Í Nesi í Hvalba fóru meginparturin av linjunum í jólaódnini í 1988, og tá ið tær vórðu gjørdar aftur, vórðu tær allar lagdar undir jørð.
-Sjálvandi fer arbeiði á Tvøroyri og í Vági at taka væl longri tíð, enn tað hevur tikið í teimum smærru bygdunum, men hetta mugu fólk bert sláa seg til tols við. Rómaborg bleiv jú ikki bygd eftir einum degi, siga arbeiðsmennirnir, ið prátað varð við, at enda.