Hósvík hevur nú fingið sína brúgv

Tað hevur tikið sína tíð at fáa eina brúgv um ánna og ósan í Hósvík, so gangandi er av økinum, har kappróðrarneystið er – og heilt yvir í bátahylin. Nú er hetta ein veruleiki og ein av teimum, sum er fegnastur um hesa verkætlan, er primus motorurin sjálvur, Martin Sømark

HÓSVÍK

Martin Sømark og kona hansara, Elna, eru bæði tilflytarar í Hósvík. Hann er úr Skálavík, og hon er úr Fuglafirði. Tað var rein tilvild, at tey valdu at búseta seg í Hósvík í 1996. Tey ætlaðu sær ikki at búgva í Havn, men vildu seta seg niður, har tað ikki var so langt at koyra til Havnar. Um hetta mundið vóru sethús til sølu í Hósvík, og hjúnini gjørdu av at keypa sær eini hús og seta seg niður í bygdini.

Okkurt vantaði
- Tá vit keyptu hús í Hósvík, høvdu vit fingið næsta barnið, og eg helt, at her vantaði nakað í bygdini. Tað var eitt sindur keðiligt at ganga við barnavogni í bygdini. Her eru nakrir vegir, og tú kanst ganga oman og niðan. Hinvegin eru flestu síðuvegis ”blindir” vegir, so bert sleps aftur sama veg, sum tú komst – og so kanst tú velja næsta blinda veg at ganga eftir.
Martin helt, at ein brúgv átti at verið um ósan niðast í Hósvík, har áin rennur oman, og eisini áttu gøtur at verið hvørju megin við, soleiðis at fólk kundi gingið ein veruligan rundtúr. Hann byrjaði einsamallur at spæla sær við henda tankan. Árini gingu, og Martin Sømark gjørdist partur av bygdarlívinum við at fara upp í nevndir, og eitt skifti sat hann eisini í gomlu Hósvíkar kommunu sum bygdaráðslimur.
- Børnini vuksu, og tankin um brúnna við gøtum gjørdist meiri kámur. Men so ein dagin í september í 2008 kom tankin framaftur. Nú skuldi tað verða, at eg virkuliga fór at gera meiri við hetta. Eg gekk og spákaði í góðveðrinum hendan dagin og dugdi aftur at ímynda mær, hvussu væl tað hevði komið við á slíkum túrum, um bygdin varð bundin saman dygst við sjóvarmálan.
Martin, sum plagdi at vera treiskur, tá hann setti sær nakað fyri, valdi sær nú nakrar persónar at ringja til. Hetta vóru fólk við ymiskum førleikum til timbur, el og annars við fakligari vitan. Onkur hevði eisini kommunupolitiska ávirkan í økinum.
- Hetta vóru fólk, sum eg helt kundu geva hugskotinum og ætlanini eitt íkast, tí nú skuldi tað verða, tó at míni børn ikki longur høvdu brúk fyri at sita í barnavogni.
Martin vísir á, at øll søgdu ikki ja til at koma upp í arbeiðsbólkin, men tá avtornaði varð bólkurin mannaður við 12 fólkum.

Nógv at loysa
- Tveir ymiskir festarar sótu á jørðini hvørju megin ánna, og hesar máttu vit sjálvandi hava við upp á ætlanina, eins og tekningar skuldu gerast av brúgvini og gøtunum hvørju megin. Men alt hetta var ikki bara sum at siga tað, tí slík mál skulu eisini viðgerast í friðingar-og yvirfriðingarnevndini, tá kommunan hevur talað. Jógvan Wagstein, sum hevur teknað fyri kommununa, teknaði okkum økið upp, so myndugleikar fingu eitt innlit í, hvussu økið fór at síggja út.
Martin sigur, at áðrenn tey gjørdu av at leggja málið fyri Sunda kommunu, vóru øll loyvi fingin upp á pláss, og kommunan tók eisini undir við ætlanini.
- Meðan ætlanin var í gongd, vóru ymiskir møguleikar upp á tal, hvussu brúgvin skuldi gerast. Hugsað varð eitt nú um jarn ella stál, men tað vísti seg, at ein slík verkætlan hevði komið at kostað rættiliga nógv. Úrslitið gjørdist, at vit valdu at venda okkum til SEV um at brúka gamlar elpelar sum stólpar undir brúnni og til beinagrindina annars. Alt fundamentið og øll beinagrindin til brúnna er tískil úr gomlum elpelum.

Nógv beinasemi
Martin sigur, at ein stórur partur av arbeiðnum er gjørt sjálvboðið, og eisini eydnaðist teimum at læna maskinur í økinum, so stólparnir kundu trýstast langt niður í lendið. Stólparnir undir brúnni standa nevniliga niðri á umleið tveimum metrum. Onkur minni dumpari fekst eisini til láns, so sigast má, at fólk og arbeiðstakarar hava verið ógvuliga beinasom, eins og fleiri av teimum, sum sótu í arbeiðsbólkinum, hava brúkt nógva tíð upp á hesa verkætlan. Av arbeiðstakarum, eru tað serliga Sunleif Olsen í Hósvík og Arcticon, sum hava hjálpt væl til við at læna maskinur. SEV hevur sum nevnt eisini latið pelarnar, eins og elfelagið eisini hevur latið tilfar frá tunnilsverkætlanini niðan fyri Norðskálatunnilin ókeypis. Her er bara goldið fyri koyring.
- Tað, sum nú er eftir at gera, er, at stólparnir, sum standa niður í ánna, mugu klaðast við kopari, tí um vetrarnar er frost, og ofta rekur nógvur ísur oman gjøgnum ánna.

Ikki kostnaðarmikið
Martin sigur, at Sunda kommuna hevur verið beinasom og hevur hjálpt væl til at borið ætlanina, men við tað, at nógv sjálvboðið arbeiðið eisini liggur aftanfyri, er hetta ikki nøkur kostnaðarmikil verkætlan í peningi.
- Eg vil siga, at hetta hevur tikið sína tíð frá tí, at ætlanin búnaðist í 1996, til endalig umsókn varð send Sunda kommunu í apríl í 2009, men nú er arbeiðið so gott sum liðugt, og eg haldi, at fólk eru sera fegin um tað, sum er gjørt, sigur Martin Sømark, ið veruliga hevur verið primus motorur fyri verkætlanini at binda økini báðu megin ánna og ósan í Hósvík saman.