Kingokórið í Tjørnuvík fer at luttaka við gomlum donskum uppruna kingosálmum, sum verða sungnir uttan tónleik. Eisini fer Magni Christiansen at syngja og spæla.
Aftaná gudstænastuna verður døgurði fyri bygdafólkunum, bispi, prósti og fyrrverandi og núverandi prestum í Norðurstreymoy. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík allan seinnapartin. Eisini har fer Magni Christiansen at syngja nakrar sangir.
Klokkan 18.00 verður kvøldgudstænasta við altargongd, við luttøku av Bjarna Bæk, dómprósti og prestunum í Norðstreymi, Marjun bæk, Ingu Poulsen og Mogens Tilsted Christensen. Undir hesari gudstænastuni syngur Sunnudagskórið.
Dagurin endar við kaffi í Missiónshúsinum í Hvalvík, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Hvalvíkar kirkja er elsta kirkja í Føroyum, sum er bygd úr træi, øll sum hon er.