Hátíðarhald í Miðvági

Í samband við 125 ára føðingardag Mikkjals á Ryggi verður hátíðarhald í Miðvági sunnudagin 17. oktober. Byrjað verður í kirkjuni og endað í Beitishúsunum

Í samband við, at tað sunnudagin 17. oktober eru liðin 125 ár, síðan Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð føddur í Beitinum Miðvági, skipar Vága Dansifelag fyri hátíðarhaldi í Miðvági hendan dagin.
Byrjað verður í Miðvágs kirkju klokkan 16.00 við upplestri og sangløtu. Sagt verður frá um persónin Mikkjal á Ryggi, og lisið verður úr verkum hansara. Vágakórið fer at syngja nakrar sálmar, eins og felagssangur eisini verður.
Eftir kirkjuliga partin verður farið í Beitishúsini, har Mikkjal á Ryggi varð føddur og vaks upp. Har verður eisini lisið og sungið úr verkum Mikkjals. Tann meira verðsligi parturin, um so kann sigast. Farið verður upp á gólv, har kendasta kvæði hansara, Brestiskvæðið, verður kvøðið.
Vága Dansifelag fekk fyri tíggju árum síðan Beitishúsini til ognar. Arbeitt hevur verið øll hesi árini við at seta húsini í stand, og nú er so mikið komið ávegis, hóast ikki er liðugt, at hildið verður ráðiligt at hava eitt tiltak í húsinum. Rætta høvið at hava fyrsta tiltakið í húsunum verður 125 ára føðingardagur Mikkjals hildið at vera.
Umframt at Beitishúsini verða felagshús hjá Vága Dansifelag, er ætlanin eisini at nýta tey til smærri samkomur og tiltøk av mentanarligum slag, sum hildin verða í Vágum.