Almenn móttøka í samband við at Norðurlandahúsið fyllir kvart hundrað verður fríggjadagin klokkan 16. Ein hálvan tíma seinni letur grønlendska framsýningin »Quadrofoni« upp, og klokkan 17.30 verður nýggja Athøll alment tikin í nýtslu. Gestarøðari til hetta tiltakið verður Eyðun Andreasen, professari á Fróðskaparsetri Føroya.
Sjálv føðingardagsveitslan má tó sigast at vera hátíðarhaldið, sum verður klokkan hálvgun átta fríggjakvøldi við tónleiki, dansi, sniðgeving og søguligum afturliti. Tónleikurin er kanska tann føroyska listagrein, sum hevur havt stórst gleði av Norðurlandahúsinum, og tað er eisini tónleikur sum fyllir mest í programminum fríggjakvøldið. Tiltakið verður sent beinleiðis í Kringvarpi Føroya.
Millum forvitnisligu innsløgini á hátíðarhaldinum kunnu nevnast nýskrivaða kantatan "Jørð" eftir Róa Patursson og Kára Bæk, sum verður framførd av Aldubáruni og kórinum Tarira, dansur við Kristinu O. Sørensen, tónleikur við Heiðrikki á Heygum, Eivør Pálsdóttir, BUDAM og Hanusi og Aldubáruni.
Føroyskir sniðgevar fara eisini at framsýna nýtt design og hesin parturin av framførsluni er gjørdur í samstarvi við SamVit. Og so verður húsið sjálvt eisini sett í fokus við millum øðrum afturlítandi filmsbrotum. Vertir á hátíðarhaldinum verða Jensina Olsen og Sjúrður Skaale.