Hátíðarhalda føroyska dansin

Í samband við at tað eru liðin 25 ár, síðan landsfelagið hjá føroysku dansifeløgunum, Sláið Ring, var stovnað, verður skipað fyri hátíðarhaldi í Havn tann 18. oktober

Í samband við at landafelagið hjá føroysku danisfeløgunum, Sláið Ring, hevur fylt 25 ár, verður skipað fyri hátíðarhaldið leygardagin 18. oktober. Byrjað verður í Norðurlandahúsinum klokkan 15.00 og hildið fram við veitslu í Róðrarneystinum á Argjum um kvøldið. Tilmelding til veitsluna er hjá teimum lokalu dansifeløgunum.
Nevndin í landsfelag dansifelaganna, hevur gjørt av at hátíðarhalda 25 ára dagin hjá landsfelagnum. Sjálvur dagurin var tann 27. mei, men ikki fyrr enn nú verður hann hildin.
Byrjað verður við fyrilestrum í Norðurlandahúsinum seinnapartin 18. oktober. Tað verða fólk, sum hava havt tilknýti til Sláið Ring hesa fjórðingsøldina, felagið hevur verið til, ið fara at hugleiða um felagið. Eisini er poltiitski myndugleikin boðin við. Landsstýrismaðurin við mentamálum og formaðurin í Mentunarnevnd Føroya Løgtings hava eisini fingið áheitan um at siga nøkur orð um føroyskan dans, eins og umboð fyri Fróðskaparsetrið eisini fer at luttaka.
Tann fyrsti, sum fer at siga frá í Norðurlandahúsinum, verður Eli Poulsen úr Sumba. Hann er kendur millum fólk, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi, og hann hevur verið við í arbeiðinum hjá landsfelagnum øll árini. Eli Poulsen fer at hugleiða um tíðina undan stovnanini. Dansiferðir og annað, sum var tá, og um arbeiðið við at stovna Sláið Ring.
Annar røðarin hendan dagin verður Høgni Mohr úr Havn, sum var fyrsti formaður landsfelagsins.
Høgni Mohr fer at siga frá fyrstu tíðini hjá Sláið Ring og um tann týdning tað hevði fyri dansifeløgini, ið vóru, at eitt landsfelag varð stovnað.
Triðji røðarin verður Regin Eikhólm, sum í mong ár var formaður í Sláið Ring.
Hann fer at siga frá um hansara tíð sum formaður. Um samskiftið við onnur feløg, um hvat væntað var, og hvussu royndist.
Næstur á skránni í Norurlandahúsinum verður núverandi formaðurin í Slaíð Ring, Rsamus Joensen.
Hann fer at hugleiða um, hvussu hann sær støðuna í dag, og um hvørjar ætlanir nevndin hevur í framtíðini.
Landsstýrismaðurinvið mentamálum fer at tosa um, hvørjar tankar og ætlanir Føroya Landsstýri hevur um føroyska dansin, og um væntast kann nakar stuðul til, dansifeløgini frá almennari síðu.
Síðan fær formaðurin fyri Mentunarnevnd Løgtingsins orðið. Hansara innlegg fer at vera um, hvør varar av føroyska dansinum. Hvør eigur dansin, og um væntast kann nakar peningaligur stuðul við tí endamáli, at dansinum framhaldandi verður lív lagað.
At enda fer umboð fyri Fróðskaparsetrið at tosa um dansin í elektroniskum samanhangi. Um hvussu vit kunnu fáa hendur á kvæðum, vísum og løgum við elektroniskum samskifti, og um ikki Fróðskaparsetrið eigur at standa við ábyrgdini fyri, at hesi eru atkomilig á internetinum.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum er sett til at vara frá klokkan 15 til 18 seinapartin.
Klokkan 20 um kvøldið verður veitsla í Róðrarneystinum á Argjum, har allir limir í føroysku dansifeløgunum, ið eru limir í Sláið Ring, eru vælkomnir. Fólk skulu tekna seg hvør hjá sínum egna felag í seinasta lagi tann 8. oktober. Kostnaðurin fyri veitsluna er kr, 175, - fyri hvønn, sigur nevndin í Sláið Ring.