Føroyar eru eitt land, sum er óloysiliga knýtt at havinum. Stórur partur av føroyingum hevur sítt dagliga arbeiði og tilveru á havinum. Fyri at vit eisini kunnu røkka henda part av Føroya fólki við gleðiboðskapinum, varð hin Føroyska Sjómansmissiónin sett á stovn í 1918. Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina er eisini hægsti myndugleiki fyri Sjómansmissiónini.
Endamál: at røkka sjófólkið við gleðiboðskapinum og at geva andaligan stuðul. Sjómansmissiónin gevur út blaðið “Vitin”, sum kemur fýra ferðir um árið, og verður sent út saman við Trúboðanum.
Í fyrrapartssendingini hjá Rás2, Sjóðteim ringdi Hilmar Jan Hansen til sjómanstrúboðaran, Torleif Johannesen sum greiddi frá søguni og virkseminum hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Torleif Johannesen. Seinni í ár eru 100 ár liðin, síðani Føroyska Sjómansmissiónin fór undir skipað arbeiði, og tað verður hátíðarhildið á ymiskan hátt ígjøgnum árið.