Hótta við at draga landsstýrið í rættin

Landsstýrið fær eina viku at avtaka bummgjaldið í Vágatunlinum, annars verður farið víðari við málinum

– Vit hava givið landsstýrinum freist til 1. mars, so nú er neyðugt at bera skjótt at.

 

Tað sigur Erhard Jacobsen, Vágamaður og limur í Tunnilsbólkinum, sum stríðist fyri at fáa bummghaldið í Vágatunlinum avtikið.

 

Tey hava áður boðað frá, at er bummgjaldið ikki avtikið tann 1. mars, verður farið víðari við málinum.

 

Í hesum sambandi hava tey gjørt greitt, at tey hava biðið sakførara kanna um grundarlag er fyri at stevna landsstýrinum fyri at hava brotið av talur og og lógir um at bummgjaldið skuldi avtakast, tá ið lánið varð goldið.

 

Tað var í desember, at lánið var goldið, men bæði undanfarni løgmaður, og núverandi løgmaður, eru komnir til ta niðurstøðu, at eginpeningurin, landið hevur sett í tunnilin, skal eisini rindast aftur, áðrenn talan kann vera um at avtaka bummgjaldið.

 

Men Erhard Jacobsen sigur, at tey hava eina rúgvu av tilfari sum vísir, at tað var tá ið lánið varð goldið, at bummgjaldið skuldi takast av, og hann er eisini vísir í, at sakførarin kemur til sama úrslit, og at grundarlag er fyri at stevna landsstýrinum.

 

Avleiðingin av einum sakarmáli kann vera at landið, ella tey landsstýrisfólk, sum hava ábyrgd av málinum, koma undir stórt endurgjaldskrav, sigur Tunnilsbólkurin.

 

Men skuldi tað hent, at hann kemur til eina aðra niðurstøðu, ætla tey sær kortini ikki at gevast við stríðnum at fáa bummgjaldið burtur, tí tey tvíhalda um, at tað var politiska avtalan.

 

Men, hvørji stig, tey so fara at taka, dugir hann ikki at siga enn.

 

Men tað fyrsta tunnilsbólkurin fer at gera, er at venda sær til allar løgtingslimir við eini áheitan um, at løgtingið tekur málið upp. Tey

 

Tey halda nevniliga at tað er lógarbrot at halda fram at krevja bummgjald, tí tað er ein skattur, og tað er bara Løgtingið sum kann áleggja fólki at rinda skatt, staðfestur tunnilsbólkurin.

 

Meiri kemur seinni