Hótta við at drepa gíslar

Teir, sum hava buturflutt trý starvsfólk hjá ST í Afganistan, hótta nú við at drepa ein av gíslunum

Afgansku gíslarænararnir kravdu í gjár, at 26 menn, sum sita fangar á amerikonsku herstøðini Guantanamo í Kuba, skulu latast leysir alt fyri eitt. Í kravboðunum stóð, at verða menninir ikki latnir leysir, verður ein av gíslunum tikin av døgum.

Teir tríggir gíslarnir, ein maður og tvær kvinnur, arbeiddu hjá ST í Afganistan. Tey eru úr Norðurírlandi, Kosovo og Filipsoyggjunum. Gíslarænararnir siga seg vera úr einum bólki, ið eitur Muslimski Herurin, og sum sigst hava sín uppruna í Taleban-rørsluni.

Afganska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at tingast við gíslarænararnar, og teir hava somuleiðis fingið at vita, at krøv teirra verða ikki eftirlíkað, sama hvørji tey eru.