Hótta við at fara til fútan við Sjóvinnustýrinum

Arbeiðseftirlitið hevur nú givið Sjóvinnustýrinum knívin á barkan

Tað er ov heitt um summarið og ov kalt um veturin. Bæði ljósið, ljóðið og luftin eru vánalig.

Starvsmannafelagið sigur, at hetta eru umstøðurnar, starvsfólkið hjá Sjóvinnustýrinum arbeiða undir

 

Støðan hevur verið vánalig í hálvtannað ár, síðani flutt varð í høli í Sørvági, har tað skuldi vera fyribils ímeðan upprunaligu hølini vórðu umvæld.

 

Men Sjóvinnustýrið kom ongantíð úr teimum fyribils hølunum aftur og nú er tað komið hartil, at Arbeiðseftirlitið hevur givið Sjóvinnustýrinum knívin á barkan.

 

Og krøvini frá Arbeiðseftirlitinum eru, at antin fær starvsfólkið hóskandi arbeiðsumstøður, ella verður málið lagt fyri fútan.

 

Politikararnir fluttu í síni tíð Starvsmannafelagið vestur í Vágar. Og Starvsmannafelagið sigur frá stjóranum í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, at tey hava leitað eftir hóskandi hølum í Vágum, men tey eru ikki til. Tí eru tey nú farin at leita eftir hølum í Havn

 

- Boðini frá Arbeiðseftirlitinum eru greið, og tí eru vit noydd at finna eina loysn sum skjótast. Vit fara eisini at finna eina loysn so ella so. Tí kunnu vit rokna við, at vit noyðast at finna onkur brúkilig høli í Havn, sigur Hans Johannes á Brúgv við Starvsmannafelagið.