Hótta við avrætting

Ein saudiarabisk deild av yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda hóttir við at drepa amerikanaran Paul Marshall Johnson, sum varð burturfluttur herfyri.

Gjáranáttina kunngjørdu burturflytararnir eina sjónbandsupptøku, har teir boðaðu frá, at verða fleiri stuðlar hjá al-Qaeda ikki latnir leysir úr saudiarabiskum fongslum innan 72 tímar, verður Paul Marshall Johnson avrættaður. Maðurin, sum kom við hóttanini, nevndi seg Abdel Aziz al-Muqrin og segði seg vera leiðara í teirri saudiarabisku deildini av al-Qaeda.

Paul Marshall Johnson var eisini á sjónbandinum. Á upptøkuni segði hann, hvør hann var, og at hann hevði arbeitt fyri amerikonsku tyrlufyritøkuna Apache. Á sjónbandinum hevði amerikanarin bind fyri eyguni.