Hóttanin er frá al-Qaeda

Tað er yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda, sum hóttir við yvirgangi í USA sunnudagin í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðani atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001. Tað sigur Hillary Clinton, uttanríkisráðharri.

Amerikonsku myndugleikarnir hava boðað frá, at teir leita eftir tveimum ella trimum monnum, tí løgreglan hevur illgruna um, at teir hava ætlanir um yvirgang. Sambært Hillary Clinton hava myndugleikarnir fingið eina ábending um, at menninir ætla sær at søkja at málum í New York ella í Washington DC.

Tá servandir amerikanskir hermenn funnu Osama bin Laden fyrr í ár og gjørdu av við hann, funnu teir fleiri skjøl, sum bendu á, at al-Qaeda hevði ætlanir um at søkja at USA í sambandi við 10 ára dagin fyri atsóknirnar í 2001.