Hótti fólk við knúgvajarni í miðbýnum í Havn

Ein maður er skuldsettur fyri at hava brotið vápnalógina í nátt

Í nátt fór løgreglan undir eitt miðvíst átak ímóti harðskapi. Tað merkir, at nógv løgregla er í býnum við tí endamáli at hava eina tálmandi ávirkan á fólk.

 

Løgreglan sigur, at ongin er tikin fyri harðskap, men mitt í býnum gekk ein maður og hótti fólk við at sláa, og tað var ikki tespuligt, tí hann hevði knúgvajarn á hondini.

 

Løgreglan tók knúgvajarnið frá manninum, men harafturat er hann skuldsettur fyri at bróta vápnalógina og tað fær hann eina trivaliga bót fyri, upp á í minsta lagi 1200 krónur.